Munurin millum rættingarnar hjá "Hitastigar"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
Menniskju hava brúkt nógvar ymiskar mátieindir til øll møgulig fyribrygdi. Tá talan t.d. er um longd, er ein enskur tummi tað sama sum 2,54 cm. Skalt tú umrokna eina longd í tummum til somu longd í cm, skalt tú falda við 2,54. Skalt tú umrokna frá cm til tummar, gert tú øvugt, tú býtir við 2,54.

So einfalt er tað ikki, tá talan er um hitastigar. Bert tveir av hitastigunum hava absolutta nullpunktið sum 0 stig, allir hinir hava ymisk forskotin nullpunkt.

== Nullpunkt ==
== Nullpunkt ==
Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera "tómt" við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C.

Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C.

Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti.

Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi [[celsiusstigin]] hjá [[Anders Celsius]], men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin [[Carl von Linné]], broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini [[delislestigin]] gongur øvugtan veg.

Endurskoðan frá 3. okt 2019 kl. 12:14

Menniskju hava brúkt nógvar ymiskar mátieindir til øll møgulig fyribrygdi. Tá talan t.d. er um longd, er ein enskur tummi tað sama sum 2,54 cm. Skalt tú umrokna eina longd í tummum til somu longd í cm, skalt tú falda við 2,54. Skalt tú umrokna frá cm til tummar, gert tú øvugt, tú býtir við 2,54.

So einfalt er tað ikki, tá talan er um hitastigar. Bert tveir av hitastigunum hava absolutta nullpunktið sum 0 stig, allir hinir hava ymisk forskotin nullpunkt.

Nullpunkt

Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera "tómt" við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C.

Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C.

Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti.

Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi celsiusstigin hjá Anders Celsius, men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin Carl von Linné, broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini delislestigin gongur øvugtan veg.

Hitastigar og festipunkt

Tær løgnu umrokningarnar koma av, at stigarnir hava ymisk festipunkt og serliga av tí, at teir hava ymisk nullpunkt. Í talvuni ber til at síggja festipunktini fyri teir átta mest vanligu stigarnar. Tjúkk, reyð tøl eru gomul festipunkt, meðan tjúkk, grøn tøl eru galdandi festipunkt. Trýstið hevur týdning fyri fleiri festipunkt og er viðmerkt við trý av teimum.

Hitastigar og festipunkt
→ Hiti →    Absolutt  
nullpunkt  
Saltlaki frystir
Vatn frystir
Hiti í  
handarkullu
 
Vanligur   
kropshiti
 
Vatn kókar  
101325 Pa   
   ↓  Stigi  ↓ (Fahrenheit)     (Rømer)     101325 Pa    611,66 Pa   
  Kelvin 0 K      255,37 K      258,86 K      273,15 K      273,16 K      308,71 K      310,15 K      373,15 K     
  Celsius −273,15 °C     −17,78 °C     −14,29 °C     0 °C     0,01 °C     35,56 °C     37 °C     100 °C    
  Fahrenheit −459,67 °F     0 °F     6,29 °F     32 °F     32,02 °F     96 °F     98,6 °F     212 °F    
  Rankine 0 °Ra   459,67 °Ra   465,96 °Ra   491,67 °Ra   491,69 °Ra   555,67 °Ra   558,27 °Ra   671,67 °Ra  
  Réaumur −218,52 °Re   −14,22 °Re   −11,43 °Re   0 °Re   0,01 °Re   28,44 °Re   29,6 °Re   80 °Re  
  Newton −90,14 °N     −5,87 °N     −4,71 °N     0 °N     0,00 °N     11,73 °N     12,21 °N     33 °N    
  Rømer −135,90 °Ro   −1,83 °Ro   0 °Ro   7,5 °Ro   7,51 °Ro   26,17 °Ro   26,93 °Ro   60 °Ro  
  Delisle 559,73 °D     176,67 °D     171,43 °D     150 °D     149,98 °D     96,67 °D     94,5 °D     0 °D    

Grafisk samanbering

Á myndini eru teir vanligastu átta stigarnir samanbornir grafiskt. Við eini loddrættari striku kanst tú samanbera tølini á øllum stigunum.
T.d. vísa bláu strikurnar, at vatn frystir við 273,15 K  =  0 °C  =  32 °F  =  491,67 °Ra  =  0 °Re  =  0 °N  =  7,5 °Ro  =  150 °D,
og reyðu strikurnar vísa, at vatn kókar við 373,15 K  =  100 °C  =  212 °F  =  671,67 °Ra  =  80 °Re  =  33 °N  =  60 °Ro  =  0 °D.

Kelvinstigin

Celsiusstigin

Fahrenheitstigin

Rankinestigin

Réaumurstigin

Newtonstigin

Rømerstigin

Delislestigin

273,15 K   =   0 °C   =   32 °F   =   491,67 °Ra   =   0 °Re   =   0 °N   =   7,5 °Ro   =   150 °D

373,15 K  =  100 °C  =  212 °F  =  671,67 °Ra  =  80 °Re  =  33 °N  =  60 °Ro  =  0 °D

Umrokning

Í talvuni sæst, hvussu ein roknar frá einum stiga til ein annan. Til ber eisini at brúka lidnar umroknarar á netinum. Eisini er meiri um hvønn stiga í greinini um hann.

Hitastigaumrokning
→ Frá → Kelvin Celsius Fahrenheit Rankine Réaumur Newton Rømer Delisle
↓  til  ↓
Kelvin
TK =
TK TC + 273,15 5/9 TF + 255,372 5/9 TRa 5/4 TRe + 273,15 100/33 TN + 273,15 40/21 TRo +258,864 373,15 − 2/3 TD
Celsius
TC =
TK − 273,15 TC 5/9 TF − 17,778 5/9 TRa − 273,15 5/4 TRe 100/33 TN 40/21 TRo − 14,286 100 − 2/3 TD
Fahrenheit
TF =
9/5 TK − 459,67 9/5 TC + 32 TF TRa − 459,67 9/4 TRe + 32 60/11 TN + 32 24/7 TRo + 6,286 212 − 6/5 TD
Rankine
TRa =
9/5 TK 9/5 TC + 461,67 TF + 459,67 TRa 9/4 TRe + 491,67 60/11 TN + 491,67 24/7 TRo + 465,956 671,67 − 6/5 TD
Réaumur
TRe =
4/5 TK − 218,52 4/5 TC 4/9 TF − 14,222 4/9 TRa - 218,52 TRe 80/33 TN 32/21 TRo − 11,429 80 − 8/15 TD
Newton
TN =
33/100 TK − 90,140 33/100 TC 11/60 TF − 5,867 11/60 TRa − 90,140 33/80 TRe TN 22/35 TRo − 4,714 33 − 11/50 TD
Rømer
TRo =
21/40 TK − 135,904 21/40 TC + 7,5 7/24 TF − 1,833 7/24 TRa − 135,904 21/32 TRe + 7,5 35/22 TN + 7,5 TRo 60 − 7/20 TD
Delisle
TD =
559,725 − 3/2 TK 150 − 3/2 TC 176,667 − 5/6 TF 559,725 − 5/6 TRa 150 − 15/8 TRe 150 − 50/11 TN 171,429 − 20/7 TRo TD

Ávísingar úteftir

Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar