Munurin millum rættingarnar hjá "Poul F. Joensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
skrivaði meira tekst
mynd
Linja 1: Linja 1:
[[Image:Poul. F.sumba.jpg|thumb|200px|Poul F. Joensen]]
[[Image:Poul. F.sumba.jpg|thumb|200px|Poul F. Joensen]]
[[Mynd:Poul F Joensen Memorial Stone in Frodba.jpg|200px|thumbnail|Minnisvarði í Froðba til minnis um Poul F. Joensen, reistur í juni 2007.]]
'''Poul Frederik Joensen''' ([[18. november]] [[1898]] - [[27. juni]] [[1970]]) er kendasta skaldið í [[Suðuroy]] og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í [[Sumba]], og hann nevndi seg viðhvørt ''Hargaskaldið''.
'''Poul Frederik Joensen''' ([[18. november]] [[1898]] - [[27. juni]] [[1970]]) er kendasta skaldið í [[Suðuroy]] og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í [[Sumba]], og hann nevndi seg viðhvørt ''Hargaskaldið''.



Endurskoðan frá 1. jan 2013 kl. 20:48

Poul F. Joensen
Minnisvarði í Froðba til minnis um Poul F. Joensen, reistur í juni 2007.

Poul Frederik Joensen (18. november 1898 - 27. juni 1970) er kendasta skaldið í Suðuroy og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í Sumba, og hann nevndi seg viðhvørt Hargaskaldið.

Poul F. fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í 1914, men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F. fór so á Læraraskúlan, har hann tók læraraprógv í 1917. Meðan hann búði í Havn var hann ofta á Færø Amtsbibliotek, sum seinni broytti navn til Føroya Landsbókasavn, og har læs hann bókmentir úr øðrum londum. Honum dámdi serliga væl yrkjararnar Robert Burns og Heinrich Heine, og í fyrsta yrkingasavnið sínum eru fleiri yrkingar hjá teimum báðum, sum Poul F. hevði týtt leysliga til føroyskt úr donskum. Áðrenn hann gav út fyrsta yrkingasavnið í 1924, fekk hann nakrar yrkingar útgivnar í bløðum og tíðarritum, eitt nú í Tingakrossi, í Varðanum. Hann hevði eisini nakrar barnasøgur við í Barnablaðnum í 1920-árunum, men hesar hevur hann ikki tikið við, tá hann seinni hevur givið út bøkur sínar. Hann hevur eisini yrkt nøkur føroysk kvæði, t.d. um Frísarnar í Akrabergi.[1] Hann var lærari í Froðba 1919 til 1927 og í Lopra frá 1947 til 1949. Hann giftst til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í 1970.

Útgivið

  • Gaman og álvara; yrkingar (1924)
  • Millum heims og heljar; yrkingar (1942)
  • Lívsins kvæði; yrkingar (1955)
  • Seggjasøgur úr Sumba I; siðsøguligar frásagnir(1963)
  • Ramar risti hann rúnirnar; yrkingar (1967)
  • Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F. (LP pláta frá 1988 - Hanus G. Johansen)

Afturat hesum er okkurt prentað í øðrum verkum. Eitt nú er minnisyrking hansara um Victor Danielsen prentað í Z. Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld, bls. 423f. (Leirkerið, Gøta, 2000) (Upprunaliga 14. september 4. mars 1961)

Heiðurslønir

Keldur

  1. Eivindaródn - Greinar 1979-2011. Heiðursrit til Eivind Weyhe, greinar hansara frá nevnda tíðarskeiðið. Síða 525-550
  • Árni Dahl, Bókmentasøga 2, bls. 104ff; Fannir 1981

Slóðir úteftir