Munurin millum rættingarnar hjá "Havnar Róðrarfelag"
EileenSanda (kjak | íkøst) →Myndir: Setti tvær myndir inn |
EileenSanda (kjak | íkøst) →Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum: Dagføring |
||
Linja 7: | Linja 7: | ||
== Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum == |
== Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum == |
||
Havnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í |
Havnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í 2012 hevði felagið vunnið 61 FM heitið árini 1973-2012.<ref>[http://drekin.fo/?page=results&Mode=mostwinningteamsfm Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)]</ref> Havnar róðrarfelag er eisini mest vinnandi róðrarfelag, tá hugt verður eftir hagtølum frá 1973-2012 viðvíkjandi gull, silvur og bronsu á FM-kappróðrunum sum hava verið kring landið á stevnunum. Havnar Róðrarfelag vann 320 gull, 266 silvur og 227 bronsu heiðursmerki í tíðarskeiðnum 1973-2012.<ref>[http://drekin.fo/?page=results&Mode=mostwinningteams Mest vinnandi feløgini (1973-)]</ref> |
||
== Bátar hjá Havnar Róðrarfelag == |
== Bátar hjá Havnar Róðrarfelag == |
Endurskoðan frá 29. jul 2012 kl. 21:59
Havnar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag við bústaði í Havn.
Havnar Róðrarfelag eigur fleiri kappróðrarbátar. Ein av teimum er Havnarbáturin sum er 10-mannafar. Havnarbáturin hevur vunnið føroyameistaraheitið 12 ferðir.
Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum
Havnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í 2012 hevði felagið vunnið 61 FM heitið árini 1973-2012.[1] Havnar róðrarfelag er eisini mest vinnandi róðrarfelag, tá hugt verður eftir hagtølum frá 1973-2012 viðvíkjandi gull, silvur og bronsu á FM-kappróðrunum sum hava verið kring landið á stevnunum. Havnar Róðrarfelag vann 320 gull, 266 silvur og 227 bronsu heiðursmerki í tíðarskeiðnum 1973-2012.[2]
Bátar hjá Havnar Róðrarfelag
- Drekin, 5 mannafar
- Sílið, 5 mannafar
- Títlingur, 5 mannafar
- Gongurólvur, 6 mannafar
- Víkingur, 6 mannafar
- Ørvur, 8 mannafar
- Bláskelin, 10 mannafar
- Havnarbáturin, 10 mannafar
Heiður
Í 2011 var árliga gallaveitslan fyri kappróðrarfólk hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Havnar Róðrarfelag vann heiður í hesum bólkum:
- Besta Start hjá monnum 2011 - 8 mannfarið Ørvur
- Besta endaspurt 2011 hjá kvinnum - 6 mannfarið Gongurólvur
- Ársins come back, kvinnur - 6 mannfarið Gongurólvur[3]
Nevndin
Havnar Róðrarfelag hevur 5-mannað nevnd:[4]
- Skarpheðin Njálson, formaður
- Róar W. Dalsgaard, skrivari
- Sigfríður á Plógv Hansen, næstformaður
- Jóan Pauli Lamhauge, kassameistari
- Eirikur á Kletti, nevndarlimur
Myndir
-
Drekin á Trongisvágsfirði á jóansøku 2011.
-
Drekin vann róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum á Jóansøku 2012.
-
Kvinnumanningin á Gongurólvi á Jóansøku 2011. Tær vunnu eisini FM tað árið. Gongurólvur er næstmest vinnandi 6-mannafarið hjá kvinnum við 43 gull, 42 silvur og 30 bronsu heiðursmerkjum frá 1973-2011.
-
8-mannafarið Ørvur á jóansøku 2011
-
Havnarbáturin er mest vinnandi báturin hjá 10-mannaførum við 13 FM, 53 gull, 54 silvur og 41 bronsu heiðursmerkjum. Myndin er tikin á Sundalagsstevnu 2012.
Keldur
- ↑ Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)
- ↑ Mest vinnandi feløgini (1973-)
- ↑ Vagaportal.fo, Argja Róðrarfelag ársins felag
- ↑ Drekin.fo