Munurin millum rættingarnar hjá "Oklahoma"
ChuispastonBot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: chy:Heévâhetanéno |
SilvonenBot (kjak | íkøst) s r2.5.4) (bottur broytur: iu:ᐆᑳᓛᓲᒫ |
||
Linja 135: | Linja 135: | ||
[[is:Oklahoma]] |
[[is:Oklahoma]] |
||
[[it:Oklahoma]] |
[[it:Oklahoma]] |
||
[[iu:ᐆᑳᓛᓲᒫ |
[[iu:ᐆᑳᓛᓲᒫ]] |
||
[[ja:オクラホマ州]] |
[[ja:オクラホマ州]] |
||
[[jv:Oklahoma]] |
[[jv:Oklahoma]] |
Endurskoðan frá 31. mar 2012 kl. 07:15
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Mynd:Oklahomastateseal.jpg | |
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Oklahoma City |
Størsta býur: | Oklahoma City |
Innlima: | 16. november 1907 |
Guvernørur: | Mary Fallin (R) |
Vídd: | 181,196 km² |
Íbúgvar (2011): | 3,751,351 |
fyri km²: | 19.4/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.ok.gov |
Oklahoma (enskt: State of Oklahoma) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 3,7 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Oklahoma City. Í norðri hevur Oklahoma mark við Kansas og Colorado, í eystri við Missouri og Arkansas, í suðri við Texas, og í vestri við New Mexico. Eyknavni hansara er Skjóttaristaturin (enskt: The Sooner State). Orðið Oklahoma kemur úr Choctaw og merkir reyðmanslandið.
Søga
Upprunafólkið
Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úr Asia fyri fleiri enn 12 000 árum síðan [1]. Tey eltu djórini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga.
Í 1541 komu á fyrsta sinni fólk úr Spania til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá upprunafólkinum. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í 19. øld gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund indiánarnir [2] í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá osaga, størstu indiánaættini í Oklahoma [3], er meira enn 5,966.80 km² í Osage County.
Yvirgangsálop
Í 1996 vaks óttin fyri atsóknum frá víðgongdum hernaðarligum høgrabólkum, sum stríðast fyri hvítum yvirræði í Oklahoma. Í 1995 sorlaði ein bilbumba eini samveldishús í Oklahoma City í Oklahoma, og 167 børn og vaksin doyðu. Høgravíðgongdi Timothy McVeigh (23. apríl 1968 – 11. juni 2001), ið hevði verið amerikanskur hermaður, varð seinni dømdur frá lívinum fyri ræðuligu bumbuatsókina.
Føðingar í Oklahoma
- John Michael Talbot (tónleikari, sangari, sangskrivari)
- Dr. Phil (sjónvarpsvertur)
Keldur
- ↑ http://www.ou.edu/cas/archsur/flash/oklahoma.html
- ↑ http://www.census.gov/prod/2002pubs/c2kbr01-15.pdf
- ↑ Census of 2000, United States Census Bureau
Myndasavn
-
Í hesum húsinum í býnum Oklahoma City heldur ríkisstjórnin í Oklahoma til.
-
Kort