Munurin millum rættingarnar hjá "Mitt Romney"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Ripchip Bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: ar:ميت رومني
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: az:Mit Romni
Linja 10: Linja 10:


[[ar:ميت رومني]]
[[ar:ميت رومني]]
[[az:Mit Romni]]
[[bcl:Mitt Romney]]
[[bcl:Mitt Romney]]
[[be:Уілард Міт Ромні]]
[[be:Уілард Міт Ромні]]

Endurskoðan frá 21. mar 2012 kl. 20:13

Mitt Romney.

Willard Mitt Romney (fødd 12. mars 1947 í Detroit, Michigan) er ein amerikanskur politikari. Tað var á einum veljarafundi í statinum New Hampshire í juni 2011, at Mitt Romney kunngjørdi, at hann hevur hug at royna at sleppa í Hvítu Húsini í 2012 [1]. Samstundis kom hann við atfinningum at Barack Obama, forseta og politikki hansara. Eitt nú fanst hann hvassliga at nýskipanini á heilsuøkinum, og hann lovaði at seta hana úr gildi, verður hann valdur til forseta. "Hann hevur ikki fingið gongd á búskapin aftur, hann hevur ikki steðgað vøkstrinum í teirri almennu umsitingini, og hansara uttanríkispolitikkur hevur ikki verið ein eind", segði Mitt Romney um forsetan. Demokratarnir skuldseta Romney fyri hykl. Teir vísa á, at tá Mitt Romney var guvernørur í statinum Massachusetts frá 2003 til 2007, samtykti staturin eina heilsunýskipan, sum er sera lík teirri nýskipanini, sum Obama fekk meiriluta fyri í fjør [2].

64 ára gamli Romney er mormonur og kendur handilsmaður. Men funnist verður ofta at honum fyri at broyta hugsan í heilum. Hann royndi eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men máti lúta fyri John McCain [3].

Kelduávísingar

  1. http://www.guardian.co.uk/world/richard-adams-blog/2011/jun/02/mitt-romney-presidential-announcement-live
  2. http://abcnews.go.com/blogs/politics/2011/04/mitt-romney-to-obama-on-health-care-reform-why-didnt-you-call-me/
  3. http://projects.washingtonpost.com/2008-presidential-candidates/mitt-romney/