Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Linja 42: Linja 42:
[[hu:Evolúció]]
[[hu:Evolúció]]
[[mk:Еволуција]]
[[mk:Еволуција]]
[[nl:Evolutietheorie]]
[[ja:進化]]
[[ja:進化]]
[[no:Evolusjon]]
[[no:Evolusjon]]
[[pl:Ewolucja biologiczna]]
[[pt:Evolução]]
[[pt:Evolução]]
[[ro:Teoria evoluţionistă]]
[[ru:Эволюционное учение]]
[[ru:Эволюционное учение]]
[[simple:Evolution]]
[[simple:Evolution]]
Linja 61: Linja 58:
[[yi:עוועלאציע]]
[[yi:עוועלאציע]]
[[zh:演化]]
[[zh:演化]]
[[si:පරිණාමය]]
[[new:विकासक्रम]]

Endurskoðan frá 14. okt 2010 kl. 09:33

Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.

Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn.

Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst.

Kjak í USA

Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna.

Fyrimynd:Link FA