Skapanarlæran

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Skapanarlæran, eisini nevndir kreatiónisma, er trúgvin, at Gud skapti heimin. Teir halda, at alt í Bíbliuni kann prógvast reint vísundaliga. Skapanarlæran sum vit kenna hana í dag (ungjørðs-kreatiónisma) er sprottin frá adventistunum í USA í 1800-talinum og síðan gjørd populer og kom so út til aðrar evangeliskar kirkjur eftir 1960. Kristin kreationisma kom veruliga á politisku dagsskránna í USA í sjeytiárunum, tá konservativur kristindómur fekk vind í politisku seglini. Í dag siga umleið 40 prosent av amerikumonnum seg trúgva, at jørðin er 6.000 ára gomul og skapa eftir seks døgum.

Í nýggjari hami verður kreationisma eisini rópt fyri "intelligent design".