St. Pætursborg
St. Pætursborg | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | Russland |
Grundlagdur: | 1703 |
Vídd: | 1,431 km² |
Íbúgvar (2010): | 4.879.566 |
fyri km²: | 3,410/km² |
Mál: | Russiskt |
Postnummar: | 190000–199406 |
Heimasíða: | www.st-petersburg.ru Archived 2015-04-18 at the Wayback Machine |
St. Pætursborg (russiskt; Санкт-Петербург) er næststørsti býur í Russlandi og fjórðstørsti býur í Evropa. Við sínum uml. fimm milliónum íbúgvum er hann tann milliónabýurin í heiminum, sum liggur longst norðuri.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Pætur Mikli grundaði býin í 1703. Túsundtals russiskir bøndur doyðu í mýrulendinum fram við Neva, tá ið teir bygdu St. Pætursborg. Pætur Mikli kallaði býin "vindeygað vestur ímóti Evropa". Longu í 1712 gjørdist býurin høvuðsstaður Russlands ístaðin fyri Moskva. Burtursæð frá fýra árum (1728–1732), var hendan støðan óbroytt líka til 1918, tá Moskva gjørdist uppaftur høvuðsstaðurin.
Í 1914 varð navnið á býnum broytt til Petrograd (Russiskt: Петроград; IPA: [pʲɪtrɐˈgrat]), í 1924 varð tað broytt til Leningrad (Russiskt: Ленинград; IPA: [lʲɪnʲɪnˈgrat]) og í 1991 fekk býurin aftur sítt gamla navn St. Pætursborg.
St. Pætursborg er í dag kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt. Býurin er eisini heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin. [1]
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða Archived 2015-04-18 at the Wayback Machine, st-petersburg.ru
- Borg Sankta Pæturs, nordlysid.fo
Coordinates: 59°56′00″N 30°16′00″E / 59.93333°N 30.26667°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Klaksvík og Skt. Pætursborg í Russlandi verða nú vinarbýir, vp.fo (archive.org)