Pætur Mikli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pætur Mikli (1672 - 1725)

Pætur Mikli (russiskt: Пётр Алексеевич Романов Pjotr Aleksejevitsj Romanov; føddur 30. mai 1672, deyður 8. februar 1725) stýrdi Russlandi saman við hálvbeiggja sínum Ivani 5. (1682-96) og stýrdi síðan einsamallur til 1725. Hann setti sær fyri at gera avbyrgda og afturútsiglda landið til eitt stórveldið í Evropa. Á ferð í Vesturevropa, sum vardi í 18 mánaðir (1697-98), fekk hann sær vitan um alskyns viðurskifti. Heimafturkomin nýtti hann vitanina sum fyrimynd fyri at broyta almennar russiskar stovnar og siðir. Hann setti í gildi nýggjar stýrisskipanir, stuðlaði útbúgving, umskipaði kirkjuna, og tá ið embætismenn vórðu fluttir upp í starvi, var nú oftari hugt eftir dugnaskapi enn eftir ættarviðurskiftum. Hann sendi ungar russar til Vesturevropa at nema sær kunnleika um herlist, herflota og ídna, og hann bygdi upp ein yrkisher við 300 000 monnum og læt skipa landsins fyrsta herflota. Pætur kríggjaðist við Svøríki (1700-21) og vann sigur, og tá lá leiðin opin til Eystarasalt. Í 1703 grundaði hann St. Pætursborg innast í Finnlandsvík í Eystarasalti. Í 1712 gjørdi hann býin til høvuðsstað í ríkinum, og í 1721 útnevndi hann seg til zar í øllum Russlandi.

Pætur var meira enn 2 m høgur og av allar sterkastu monnum bæði til liksams og sálar. Hann var arbeiðssamur og viljasterkur, men kundi eisini vera ógvuliga harðrendur. Tey, sum vágaðu sær at seta seg upp ímóti honum, fingu ikki náði, enntá ikki hansara egni sonur var eirdur. Pætur var áhugaður í øllum arbeiði og íðin at gera alt sjálvur og lærdi seg tí at smíða skip, at væla um klokkur, at seyma skógvar, at skera út, at taka út tenn og skotvápnasmíð.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið