Søren Emil Müller
Appearance
Søren Emil Müller | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 13. jun 1856 í/á Tórshavn |
Andaðist | 17. okt 1922 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet |
Starv | politikari, reiðari, keypmaður, sýslumaður, editing staff |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Foreldur | faðir Hans Christopher Müller |
Dátuheiti |
Søren Emil Müller (13. juni 1856 í Havn - 17. oktober 1922) sýslumaður, keypmaður, fulltrúi hjá amtmanninum, seinni fútanum, reiðari og jarðarbrúkari. Hann bygdi eitt pakkhís í Tórshavn í 1890-árunum, pakkhúsið verður nevnt Müllers Pakkhús, og virkaði sum keypmaður og seinni sum reiðari. Hann var eisini blaðstjóri á Dimmalætting 1900–1901, sýslumaður, og starvaðist sum fultrúi hjá amtmanninum og fútanum.
Müller var kommunustýrislimur í Tórshavnar kommunu 1896–1908, 1909–1910 og 1913–1920, og var borgarstjóri 1913–1920. Hann var valdur inn í Løgtingið úr Norðurstreymoy 1891–1903, og úr Suðurstreymoy 1903–1908. Hann var harvið ein av teimum løgtingslimum ið stovnaði Sambandsflokkin í 1906.
Hann var sonur Hans Christopher Müller.[1]