Sørvágs Ítróttarfelag
| Sørvágs Ítróttarfelag | |||
| Navn | Sørvágs Ítróttarfelag | ||
|---|---|---|---|
| Kelinavn | SÍ | ||
| Stovnað | 1905 | ||
| Leikvøllir | á Dungasandi | ||
| Formaður | |||
| Høvuðsvenjari | |||
| Heimasíða | http://www.sis.fo | ||
|
| |||
Sørvágs Ítróttarfelag ella SÍ er eitt ítróttarfelag úr Sørvági, sum var stovnað tann 17. mars 1905.[1] Felagið er virkið innan flogbólt og fyrr eisini innan fótbólt, nú tó við felagnum 07 Vestur. Aðrar ítróttargreinar sum svimjing og hondbóltur hava eisini verið íðkaðar í Sørvági í Sørvágs Ítróttarfelag. Í fyrstani æt felagið Sørvágs Bóltfelag, men navnið passaði ikki longur, tá svimjingin eisini gjørdist partur av felagnum. SÍ var føroyameistari í fótbólti í 1947. Árini 1998 - 2003 var SÍ partur av FS Vágar, eftir tað endaði felagið í 4. deild, vann deildina og rykti upp í 3. deild.[2] Í 2007 var fótbóltsfelagið 07 Vestur stovnað. Tað vóru FS Vágar og SÍ sum løgdu saman og gjørdist til nýggja felagið 07 Vestur.[3] SÍ er tó enn virkið innan flogbóltin. SÍ hevur lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum í 2010/11.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "SIS.fo, Søga felagsins". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-17. https://web.archive.org/web/20120717070441/http://www.sis.fo/index.asp?pID=%7B59EA2A30-F495-4D33-A94D-0F3D940C0FA8%7D. Heintað 2010-12-25.
- ↑ "SIS.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-17. https://web.archive.org/web/20120717070441/http://www.sis.fo/index.asp?pID=%7B59EA2A30-F495-4D33-A94D-0F3D940C0FA8%7D. Heintað 2010-12-25.
- ↑ "07vestur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720203331/http://www.07vestur.fo/sogan.html. Heintað 2010-12-25.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- SIS.fo Archived 2005-04-07 at the Wayback Machine

| Føroyskur fótbóltur hjá monnum | |
|---|---|
| Betrideildin | |
|
07 Vestur | AB | B36 | B68 | EB/Streymur | HB | ÍF | KÍ | TB | Víkingur | |
| 1. deild | |
|
B36 II | B68 II | B71 | EB/Streymur II | FC Hoyvík | HB II | KÍ II | NSÍ | Skála | Víkingur II | |
| Onnur feløg | |