Jump to content

Royður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Royður
Vaksin royður
Vaksin royður
Stødd samanborin við miðalmenniskja
Stødd samanborin við miðalmenniskja

Endangered
Varðveitingarstøða
Hótt
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
(Dýr)
Fylki: Chordata
(Chordatar)
Undirfylki: Vertebrata
(Ryggdýr)
Flokkur: Mammalia
(Súgdjór)
Hópur: Cetacea
(Hvalir)
Yvirætt: Mysticeti
(Barduhvalir)
Ætt: Balaenopteridae
(Nebbafiskar)
Slekt: Balaenoptera
Linnaeus, 1758
Slag: B. musculus
Útbreiðsluøki hjá royður.

Royður, eisini kallað bláhvalur, er heimsins størsta djór. Besta eyðkennið er blásturin, sum er so tjúkkur sum ein armur; og hart ríkir í, tá ið hon blæsur. Blásturin kann standa meira enn 9 metrar upp úr sjónum.


Tær síggjast einasamallar ella fáar saman, vanliga eitt kvenndjór við hvølpi. Á vári gongur royðurin tætt vestan fyri Føroyar, og frá fyrndini hevur hon á hvørjum ári í apríl-mai lagt somu leiðina norðureftir ígjøgnum Vestmannasund.


Royður hevur ógvuliga stóran kjaft. Tá ið hon gloypir, fyllist kjafturin við fleiri túsund litrum av sjógvi og æti, og háls- og búkfoyrurnar tambast út. Fullvaksin royður etur uml. 2 tons av æti um samdøgrið.[1]


Blástur


Royður verður flensað á eini hvalastøð


  1. Dorete Bloch og Edward Fuglø, Villini súgdjór í Útnorði, Føroya Skúlabókagrunnur, í samstarvi við Føroya Náttúrgripasavn, Tórshavn 1999
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið