Jump to content

Vestmannasund

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Vestmannasund er sundið millum Streymoy og Vágar. Vestmannasund er reint og djúpt, men sera streymhart í norðara parti. Tá ið ein kemur suður um Skræling, rekur spakari. 1. desember 2014 var dagligi miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,18 °C. Hetta er heitasti dagur mátaður í desember við Oyrargjógv og Mykines, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914, skrivar Havstovan á heimasíðu síni hav.fo.[1] Metið frammanundan var frá 2.- og 3. desember 2009, tá miðalhitin var 8,91 °C. Allar teir fyrstu seks dagarnar í desember 2014, var sjógvurin við Oyrargjógv heitari enn gamla metið í 2009. Hitamátingarnar verða gjørdar fyri at fylgja við langtíðarbroytingum, sum ávirka vistskipanina á Landgrunninum, og fyri at fáa meir innlit í útskiftingina av sjógvi millum opið hav og Landgrunnin. Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli.

  1. "hav.fo". http://hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=476:heitasti-desemberdagur&catid=7:tidhindi&Itemid=180. Heintað 2015-03-07.