Red Boys

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Red Boys var ein føroyskur bólkur, stovnaður í 1959, av Robert McBirnie og Jákup Mortensen (Jákup hjá Bassanum). Bólkurin var úr Vági, og spældi fyrstu upptøkuna av vágssanginum, sum Napoleon Mortensen (Bassin), skrivaði til eina kvøldsetu hjá Vágs Sjónleikarfelag, 1960. Upptøkuna gjørdu Útvarpið, og hon fór fram Losjuni í Vági, 1960.