Jákup Mortensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jákup Mortensen (føddur 14. mai 1941) úr Vági, er føroyskur tónleikari og spældi við Red Boys.[1] Hann er sonur Napoleon Mortensen, sum skrivaði sangin, "Vágsbygd Mín Heimbygd".[2]

Jákup hevur eisini gjørt lagið til sangin "Heimkoman" ið Faroe Boys góvu út í 1964,[3] og hann skrivaði eisini sín egna sang "Rósan", ið Robert McBirnie sang inn fyrst til útvarpið í 1968, saman við bólkinum The Islanders, síðan á útgávuni Robert 25 ár, í 1984.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]