Ragnvaldur Jensen
Ragnvaldur Jensen (føddur 1989 á Sandi) er ein føroyskur svimjari, sum luttók fyri Føroyar á Paralympisku leikunum í september 2012. Venjari hansara er Rúni Gaardbo, sum eisini er høvuðsvenjari hjá Svimjifelagnum Flot.[1]
Lívsleið innan svimjing
[rætta | rætta wikitekst]Paralympisku Leikir 2012
[rætta | rætta wikitekst]Ragnvaldur var einasti føroyingur sum luttók á Paralympisku Leikunum 2012. Hann luttók í 100 metrar bringusvimjing í bólkinum fyri svimjarar við menningartarni (SB14).[2] Ragnvaldur er ættaður av Sandi.
German Open 2010
[rætta | rætta wikitekst]Ragnvaldur luttók saman við tveimum øðrum føroyingum á German Open 2010 svimjistevnuni. Ragnvaldur vann 5 heiðursmerki á stevnuni, trý gull og tvey silvur heiðursmerki.[3]
EM 2009 fyri fólk við breki
[rætta | rætta wikitekst]Ragnvaldur luttók á Evropameistastevnu í Íslandi í 2009. Hann vann bronsu í 100 metrar bringu á langgeil við tíðini 1:17.20.[4] Hann svam eisini 100 m rygg og gjørdist nummar fimm við tíðini 1:16.86.[5]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Svimjing.com, Ragnvaldur (og Rúni) á OL í London
- ↑ London2012.com
- ↑ [Sandportal.fo, Ragnvaldur vann 5 heiðursmerkir]
- ↑ Svimjing.com
- ↑ "IFSport.is". http://www.ifsport.is/ec2009_results/day3_afternoon/SWM484100001..C73A1.1.0.pdf. Heintað 2012-09-06.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- ISB.fo, Paralympic Games 2012 Archived 2016-03-07 at the Wayback Machine