Jump to content

Páskaoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Páskaoyggin)
Páskaoy
Landafrøði

Vídd 162.5 km²

Umsiting
Land Kili Kili
Íbúgvalæra
Fólkatal 7750 (2017)
Íbúgvatættleiki 36 /km²

Páskaoy (spanskt: Isla de Pascua, rapa nui: Rapa Nui [1]) er ein kyrrahavsoyggj, ið er hjáland til Kili. Almennu málini eru tvey í tali, spanskt og rapa nui. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast Moai. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan.

Hvussu oyggin fekk navnið Páskaoy

[rætta | rætta wikitekst]
Rannsóknarferð hjá Roggeveen árini 1721 og 1722

Niðurlendski sjófarin Jacob Roggeveen (1659-1729) gjørdi eina rannsóknarferð til Kyrrahavið árini 1721 og 1722. Hann leitaði eftir einum møguligum ókendum heimsparti ið hann kallaði "Zuydland" á kortinum, sum varð gjørd aftaná ferðina. Latínska heiti var Terra Australis Incognita, ið merkir 'Ókenda landið fyri sunnan'.

Meðan Roggeveen leitaði, fann hann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722. Av tí at tað var páskadagur hendan dagin, kallaði hann oynna "Paasschen eiland", sum merkir Páskaoy á niðurlendskum.[2]

Høvuðsstaðurin

[rætta | rætta wikitekst]
Havnin í Hanga Roa

Høvuðsstaðurin, sum eitur Hanga Roa, liggur í útsynningspartinum av oynni. Her búgva næstan øll fólk, og sostatt er hann tann einasti býur á oynni. Á allari oynni eru umleið 7800 fólk.

Altjóða flogvøllurin Mataveri International Airport er beint uttanfyri býin. Sunnanfyri flogvøllin liggur tað 320 metrar høga gosfjallið, sum kallast Rano Kao.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Kort av Páskaoynni.

Páskaoyggin er í útryðjuni í eystara parti í Polynesia, hundraðtals fjórðingar frá næsta granna.

Eystasta oyggin í Kyrrahavi er 24 km til longdar og 16 km breið. Gosfjallið Ma'unga Terevaka, við sínum 507 m er hægsta punktið á oynni. Hetta fjallið liggur í norðara partinum. Øll gosfjøllini á oynni eru óvirkin í dag.

Standmyndirnar á Páskaoynni eru ovurstórar, úr 3 upp í 12 m. høgar og ógvuliga tungar. Størsta standmyndin, sum er higartil funnin, vigar 84 tons [3].

Polynesar búsettu seg á oynni í 6. øld. Tey livdu av taro, søteplum, bananum og graskerum, sum tey sjalv dyrkaðu, og tey hildu eisini bæði svín og høsn. Tey bygdu rætthyrntar pallar, nevndir ahu, fram við strendurnar. Men gulløldin við minnisvarðum og standmyndum á Páskaoynni var ikki fyrr enn seinni, um 1300, tá ið fólkið á oynni gjørdu hundraðtals pallar og reistu stórar, høgdar standmyndi á teimum. Pallarnir vóru stórir og síðan, sum vendi út ímóti sjónum, var hál og slætt, tí sjógvurin alsamt runaði eftir henni. Hvør pallur var 45 m. langur, og á honum stóðu 15 standmyndir. Eingin veit, hví standmyndirnar vórðu gjørdar, men tær eru helst gjørdar av átrúnaðarligum grundum.

Flestu standmyndirnar á Páskaoynni vóru høgdar í grótbrotum í sloknaðum gosopum. Tær vórðu høgdar í heilum líki úr berginum, bara ein partur av bakinum var fastur og helt teimum, so at tær duttu ikki. Tá ið standmyndirnar vóru lidnar, varð festið í bakinum høgt leyst, og tær vórðu signar niður á slætt og blankaðar og snøggaðar. Síðan vórðu tær drignar til pallarnar og reistar, einsamallar ella lið um lið. Nógvar høvdu strýuskapað høvuðsprýði av royðigróti. Mangar standmyndir høvdu enn høvuðsprýði, tá ið evropear á fyrsta sinni sóu tær mong hundrað ár eftir, at tær vórðu reistar.

Páskaoy
  1. Påskeøya, snl.no
  2. Jakob Roggeveen - Der Mann, der der Osterinsel seinen Namen gab Archived 2019-08-31 at the Wayback Machine, osterinsel.de
  3. Easter Island, travel-amazing-southamerica.com
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið