Peter Fonda
| Peter Fonda | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 23. feb 1940 í/á New York City |
| Andaðist | 16. aug 2019 í/á Los Angeles |
| Deyðsorsøk | lung cancer |
| Alma mater | University of Nebraska Omaha, Westminster School, Brunswick School, Fay School |
| Starv | filmsleikari, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, filmframleiðari, sjónleikari, producer |
| Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
| Trúgv | gudloysi |
| Børn | Bridget Fonda, Justin Fonda |
| Foreldur | móðir Frances Ford Seymour faðir Henry Fonda |
| Mál | Enskt mál |
| Heimasíða | http://peterfonda.com/ |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000114735284 |
| VIAF | 61601784 |
| LCAuth | n84135302 |
| IMDB | nm0001228 |
| Commons | Peter Fonda |
Peter Henry Fonda (* 23. februar 1940 í New York City, New York, deyður 16. august 2019 í Los Angeles), var ein amerikanskur sjónleikari og leikstjóri, sonur Henry Fonda, yngri beiggi Jane Fonda og faðir Bridget Fonda. Mamman Frances Ford Seymour forgjørdi sær í 1950, hetta er nakað ið Fonda kemur aftur tíl í sínum leikluti í Easy Rider Wyattsa upplivingar í gravlundini í New Orleans, Louisiana.
Peter Fonda studeraði sjónleikalist í heimbýi faðirsins Omaha í Nebraska har hann gekk á University of Omaha og begynti seinni á Omaha Community Playhouse har bæði pápin og Marlon Brando høvdu byrja sínar karrierur. Fonda fekk seinni leiklutir í sjónleikarhúsum á Broadway í New York har hann vann sær uppmerksemi í uppsetingini «Blood, Sweat and Stanley Poole» áðrenn hann fór til Hollywood, Los Angeles fyri at spæla við í filmum.
Fonda fekk sítt gjøgnumbrot sum motorsúkklukoyrandi hippie i kultfilminum Easy Rider frá 1969. Aftaná hendan filmin spældi Fonda í eini røð av ævintýrfilmum sum ikki fingu so stórt uppmerksemi, men fyri leiklut sín í filminum Ulee's Gold frá 1997 bleiv hann nomineraður til ein Oscar.
Filmografi (partvís)
[rætta | rætta wikitekst]- 1966: Heavenly Blues í The Wild Angels
- 1967: Paul Groves í The Trip
- 1969: Wyatt í Easy Rider
- 1974: Larry Rayder í Dirty Mary, Crazy Larry
- 1976: Chuck Browning í Futureworld
- 1978: Trucker
- 1982: Mr. Freedom í Peppermint Frieden
- 1996: Pipeline í Escape from L.A.
- 1997: Ulyssesa 'Ulee' Jackson í Ulee's Gold
- 1999: Terry Valentine í The Limey
- 2004: Røddin sum sannleikin í videospælinum Grand Theft Auto: San Andreas
- 2006: Alfred í Japan
- 2007: Mephisto í Ghost Rider
- 2007: filmar: 3:10 to Yuma
Leinki úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Peter Fonda Internet Broadway Database.