Jump to content

Perlan í Vágsbotni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Perlan (í Vágsbotni) var eitt spælistað í Havn til húsið varð tikið niður 17. september 1983. Perlan var ein bygningur, ið stóð beint niðanfyri Havnar kirkju, sum nú er dómkirkja Føroya, og yvir av táverandi Sjómansheiminum, sum nú eitur Hotel Tórshavn. Hon stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Í 2015 var ein stór trappa gjørd á staðnum, sum samstundis varð fríðka.

Jazzfelagið í Havn, sum blómaði miðskeiðis í sjeytiárunum, helt til í Perluni og skipaði fyri nógvum framførslum við føroyskum og útlendskum tónleikarum.

Matstova var í Perluni, og listamálarar sum Mikines og William Heinesen hava málað uppi á loftinum í bygninginum, sum fyritøkan Z. Heinesen átti.[1]

Í desember 2009 læt upp eitt nýtt spælistað í Havn við sama navni sum gamla Perlan, tað liggur í Tórsgøtu, millum Miðlahúsið og Reinsaríið.[2]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. listinblog.blogspot.com - 30 ár síðani Perlan hvarv
  2. "jogvanarge.com - Perlan í mentanargøtuni". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-05. https://web.archive.org/web/20200805112740/http://www.jogvanarge.com/stories.php?story=09/12/09/9515793. Heintað 2014-10-03. 

Coordinates: 62°0′35.08″N 6°46′21.72″W / 62.0097444°N 6.7727000°W / 62.0097444; -6.7727000