Páll Fangi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Poffuel Johannisøn (Páll Jóannesson), millum manna róptur Páll Fangi, var bóndasonur á Sunnanágarði í Mikladali, sonur Jóannesar bónda, føddur umleið 1620 - 22.

Søgan um Páll Fanga[rætta | rætta wikitekst]

Páll var elstur av synunum og stóð til at arva garðin, men pápin gjørdi hann arvaleysan og vildi heldur, at yngri bróðurin, Magnus, skuldi arva garðin. Eitt árið gjørdist pápin sjúkur og doyði. Ein arbeiðskona, sum Páll fyrr hevði gingið saman við, men sum hann kortini ikki vildi hava og gjørdi tað tí liðugt við hana, hevndi seg inn á hann og fortaldi fyri fólki, at Páll hevði dripið pápa sín við at geva honum eitur.

Í 1656 varð hann ákærdur fyri at fáast við gand og fyri at hava tikið lívið av pápa sínum við rottueitri. Rættarmálið móti Pálli kemur fyri á vártingi 17. mars 1656, og aftur 30. august og 17. september 1656, og dómurin verður feldur 9. juni 1657. Í hvussu er tríggjar ferðir eydnast tað Pálli at flýggja úr fangatippinum á Skansanum í Havn, men hvørja ferð verður hann tikin aftur, og av hesum hendingum fær hann navnið Páll fangi. Tað einu ferðina eydnaðist tað honum at goyma seg í eitt heilt ár á Kalsoynni, áðrenn hann aftur varð fangaður. Tað ferðina var hann um várið farin við báti av Kalsoynni til Fiskimølar á Kunoynni, ið er sunnanfyri Haraldssund eystantil á Kunoynni. Haðan gekk hann til Haraldssunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har. Teir báðir kendur væl. Rasmus tordi ikki at hýsa honum, tí hann var bangin fyri at okkurt av húsfólkunum fór at slatra. Hann gav Pálli bát og mat og drekka: fisk og drýl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Páll ætlaði sær at rógva til Noregs ella til Hetlands, men hann kom ikki longur enn hálva leið, tá brast óveður á, og hann rak aftur til Føroya. Báturin rak inn á Árnfjarðarvík á Borðoynni, har ið Hanus bóndi í Gerðum fann hann. Hanus mannaði eitt seksmannafar og rói eftir honum fyri at fanga hann. Páll sum var sovnaður, vaknaði av ljóðinum av árunum, og fór at rógva undan teimum. Leingi kláraði Páll at rógva undan teimum. Hanus tók tá mastrina, ið lá niðri í bátinum og hótti menninar við, at um teir ikki tóku á at rógva, so skuldi hann sláa teir við mastrini. Tá tóku teir á at rógva og komu upp á liðina á bátinum hjá Páll. Hanus slóð Páll við mastrini niður á økslina, so armurin fór úr lið. Síðan tók hann ein sóknarongul og høgdi ímillum herðarnar á Pálli, so har varð eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað Gud løna honum hetta høggið aftur. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður aftur til heilsu, sum hann hevði verið fyrr. Hvussu honum fórst síðani: um hann breyt seg útaftur ella varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyum fór hann og kom ongantíð aftur higar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði hvørvisteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðum, sum tá var sýslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein hvørvistein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við hvørvisteinunum og rekur teir aftur - hann fann ongan, sum dámaði honum, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var - so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honum og biður hann skunda sær at velja sín hvørvistein, tí her hevur hann einki ráð: “hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga.” Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og eftir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðum fekk ein ógrøðiligan svull í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð “upp á landsins besta”, sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís upp á handilspørini - men helst var tað fyri lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom aftur, kom alt at vera hvaðna verri enn fyrr, tí tá fór eitt skinn av hvørjum pari, og eitt ørindi var yrkt um hann:

Hanus við sínum rotna læri,

hann fekk skinn av hvørjum pari.

Hanus í Gerði doyði av hesum lærsvullinum, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til Gud: at tað mátti vera Hanusi afturlønt, tað høggið, ið hann gav honum við sóknarkrókinum.[1]

Kappróðrarbáturin Páll Fangi[rætta | rætta wikitekst]

Ein kappróðrarbátur Klaksvíkar Róðrarfelags er kallaður upp eftir Páll Fanga úr Mikladali og kallast Páll Fangi. Tað er eitt 6-mannafar, sum Sámal Hansen bátasmiður hevur smíðað í 2001.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. snar.fo

Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu, Føroya Skúlabókagrunnur 1986, har søgnin verður endurprentað (eftir Jakob Jakobsen: Sagnir og ævintýr I. Søgnin verður eisini viðgjørd og borin saman við søguligu keldurnar, sum vit hava í Løgtings- og Vártingsbókini - 1655-1666.