Nýggjársbygd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hugtakið nýggjársbygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa nýggjársaftan. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir.

Hósvík var til dømis nýggjársbygd, og tá komu fólk úr grannabygdunum til Hósvíkar at dansa, men eisini so langt burturi sum úr Leynum og Kvívík. Í Norðuroyggjum vóru Viðareiði og Kunoy nýggjársbygdir. Í Eysturoy vóru Funningur og Lamba nýggjársbygdir og í Norðstreymoy vóru Haldórsvík og Hósvík nýggjársbygdir. Um hetta fyribrigdið skrivar Sámal Johansen t.d. í bók síni Á bygd fyrst í tjúgundu øld (Vágur 1970) soleiðis: Nýggjárið var størsta høgtíðarhald í Vík. Tá komu fólk úr øllum bygdum í Norðstreymoy og úr bygdunum á Eystruoynni í Sundalagnum: Eiði, Gimbrunum, Svínáum, Norðskála, Oyri og Selatrað, fólk kom frá Gjógv og úr Funningi og eisini úr bygdum, sum vóru longri burtur t.d. úr Oyndarfirði og úr Gøtu. Eg visti, at skiparar, sum plagdu at fara um oyggjarnar at biðja fólk hesa árstíðina, ofta løgdu leiðina til Víkará nýggjárinum, ja, teir komu líka úr Suðuroy."

Nakrar nýggjársbygdir:

Keldur:

  • Janus Mohr: "Veturin var veitslutíðin", Dimmalætting 28. desember 2012
  • Robert Joensen: Høgtíðir og veitsluhald á vetri. Klaksvík 1974 (112 síður)