Nunavut

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nunavut
ᓄᓇᕗᑦ
Flagg Nunavut
(Flagg Nunavut)
Skjaldarmerki Nunavut
(Skjaldarmerki Nunavut)
Tjóðarslagorð: ᓄᓇᕗᑦ ᓴᙱᓂᕗᑦ
"Nunavut Sannginivut"
"Okkara land, okkara styrki"
Tjóðsangur:
Alment mál Inuit (Inuktitut, Inuinnaqtun)
Enskt
Franskt
Høvuðsstaður Iqaluit
Kommiserur Nellie Kusugak
Fyrsti ráðharri Joe Savikataaq
Fullveldi Ongantíð (Autonomur inuit-landslutur í Kanada)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 093 190 km²
7.9
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
31,906
0.02/km²
Gjaldoyra Kanadiskur dollari (CAD)
Tíðarøki UTC -5 til -7
Økisnavn á alnetinum .ca
Telefonkota +1
Almenn heimasíða: http://www.gov.nu.ca/

Nunavut (inuktitut: ᓄᓇᕗᑦ, "okkara land") er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í norðara parti av Kanada. Høvuðsstaðurin eitur Iqaluit. Hann liggur sunnarumegin á størstu kanadisku oynni, Baffinsland.

Landalæra[rætta | rætta wikitekst]

Nunavut er tann størsti og norðasti landspartur í Kanada. Víddin av meginøkinum er 2.093.190 ferkilometrar (1.936.113 ferkilometrar landøki og 157.077 ferkilometrar vøtn).[1]

Almenna hátíðarhaldið í Cape Dorset (Kinngait) tann 1. apríl 1999. Henda dagin veittraði flaggið Nunavuts fyri fyrstu ferð.

Tann 1. apríl í 1999 varð Nunavut lýst sum sjálvstýrandi meginøki. Í 2016 búðu her 35.944 fólk.[2] Tey vanligastu móðurmálini í Nunavut eru inuktitut, sum tosa nærum tveir triðingar (63,1%) av øllum fólkum, og enskt, sum er móðurmál hjá nærum einum triðingi (31,5%) av samlaða fólkatalinum.[3]

Upprunafólkið á staðnum, inuittar, eru 85 prosent av fólkinum í 2015. Tá ið tey fingu sjálvstýri, kundu tey fyri fyrstu ferð í stóran mun sjálv ráða í egnum landi og avgera, hvussu tey skulu skapa framtíð sína. Men tað er ikki lætt at stýra einum landsluti, sum er um leið líka stórur sum Grønland, har bara 34.000 fólk búgva, tey flestu spjadd í smáum bygdum. Vegalongdin í Nunavut er einans 21 kilometrar. Tey nýta flogfør at ferðast við og at flyta vørur við.

Kort yvir meginøkið.

Fyrisitingarliga er meginøkið býtt upp í tríggjar partar. Landsparturin Qikiqtaaluk, sum er tann størsti, liggur norðuri og vesturi. Landsparturin Kitikmeot liggur vestanfyri og landsparturin Kivalliq er í ein útsynning.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 73°0′0″N 91°0′0″W / 73.00000°N 91.00000°W / 73.00000; -91.00000

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Land and freshwater area, by province and territory , statcan.gc.ca (savn)
  2. provinces and territories, Population and Dwelling Count Highlight Tables, 2016 Census, statcan.gc.ca
  3. Detailed Mother Tongue Knowledge, statcan.gc.ca