Iqaluit
Appearance
| Iqaluit, Nunavut | |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Meginøki: | |
| Grundlagdur: | 1942 |
| Vídd: | 52.5 km² |
| Íbúgvar (2016): | 7.082 |
| Heimasíða: | www.city.iqaluit.nu.ca |
Iqaluit (úttala: /iˈkæluɪt/, inuktitut: ᐃᖃᓗᐃᑦ) er ein býur í norðara parti av Kanada. Navnið á býnum kemur av inuit-málinum og merkir "Staður við nógvum fiski". Áðrenn 1987 var býurin kendur sum Frobisher Bay. Iqaluit er høvuðsstaðurin og størsti býurin í tí kanadiska meginøkinum Nunavut.
Iqaluit liggur við víkina Frobisher Bay, sunnarumegin á oynni Baffinsland. Í 2016 búðu 7.082 fólk í Iqaluit.[1]
Býurin varð fyrstu ferð bygdur í 1942, tá hann var stovnaður sum amerikonsk flogbasa. Flogvøllurin, sum nú verður nevndur Iqaluit Airport, liggur í ein útnyrðing stutt frá miðbýnum.
Iqaluit hevur verið høvuðsstaður í økinum Nuvanut síðan meginøkið var sett á stovn í 1999. Býurin er eitt nú kendur fyri lærda háskúlan: Nunavut Arctic College.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Miðbýurin úr erva.
- Tinghúsið hjá meginøkinum
- Bygningurin hjá útvarpinum í Iqaluit.
- Kirkja í Iqaluit
- Høvuðsstaðurin Iqaluit á vetri.
- Ferðsluskelti í Iqaluit.
- Ferðsluskelti í Iqaluit.
- Býlingurin Apex
- Landsvegur nærindis Iqaluit
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða, city.iqaluit.nu.ca
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Census Profile, 2016 Census - Iqaluit, statcan.gc.ca
