Jump to content

NINA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

NINA, ið er 80 minuttir langur spælifilmur, er ein føroysk/donsk verkætlan, sum Maria Winther Olsen stendur fyri. Hon hevur sjálv skrivað bæði søgu og handrit. Filmurin gongur fyri seg í Mikladali og Klaksvík, og NINA er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum er upptikin í Norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna er millum høvuðsstuðlarnar av verkætlanini, sum samanlagt kostaði eina góða millión krónur. Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum. Hetta er ein spælifilmur, sum snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali. Maðurin fær arbeiði í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, meðan konan gongur í einsemi í Mikladali. Hon "revsar" unnusta sín í einari roynd at fáa hansara kærleika.

Umframt teir tríggjar høvuðsleikararnar verða statistar í hópatali eisini at síggja, men tey trý Marie T. Søderberg, Nikolaj D. Schmidt og Mike Viderø eru tey, sum fyrst og fremst fortelja søguna um Ninu. Parið í høvuðsleikutunum eru donsku Marie Tourell Søderberg og Nikolaj Dencker Schmidt, ímeðan Mike Viderø spælir triðja høvuðsleiklutin sum presturin Fríði. 29-ára gamla Marie, sum spælir høvuðsleiklutin Nina, er eitt nú kend úr dramarøðini “1864” hjá DR eftir Ole Bornedahl. Harumframt spældi hon leiklutin sum Iben í spælifilminum “Steppeulven” frá 2014, umframt at hon hevur lagt rødd til vælumtóktu Violettu, sum serliga tey yngru kenna úr røðini “Violetta á Disney Channel.

Danin Nikolaj Dencker Schmidt spælir sjeikurin hjá Ninu, William. Umframt at hava spælt fleiri stuttfilmar, hevur Nikolaj eisini verið at sæð í eini DR-røð, nevniliga “Historien om Danmark”, sum varð víst fyrr í ár. Hin mannligi høvuðsleikarin er føroyski Mike Viderø, sum spælir presturin Fríði.