Jump to content

Náttargali

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Náttargali

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Muscicapidae
Slekt: Luscinia
Slag: L. luscinia
Luscinia luscinia

Náttargali (frøðiheiti - Luscinia luscinia) er ein lítil gráur fuglur, sum einki býður sær út í fólkaeygum — men so mikið meir í oyrunum. Frá eldgomlum tíðum hevur hann verið tiltikin sum besti sangarin av øllum fuglum. Til Føroyar kemur hann ikki; norðurmark hansara er Danmark og Svøríki. Fyrst hann er komin, syngur hann alla náttina. Tá ið klekingin kemur fyri, syngur hann minni og einans á degi; og er jóansøka farin, hoyrist hann ikki. Sum longur kemur suður í Europa, verður meir av honum. Allartættastur er hann í Spania; har hoyrist sangurin allastaðni, sum viðavøkstur er. Málið er óføra vakurt og tónarnir yndisliga fjølbroyttir: mjúkasta bríksl skiftir við klingandi hart ljóð, tenjandi tunglyntur sangur við kvikliga kátan.[1]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið