Mpumalanga
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Mál: | swazi, zulu, tsonga, ndebele, pedi, sotho, afrikaans og enskt. |
| Høvuðsstaður: | Mbombela (Nelspruit) |
| Størsti býur: | Mbombela (Nelspruit) |
| Vídd: | 76 495 km²[1][2] |
| Íbúgvar (2021): | 4,7 mió[1] |
| fyri km²: | 53 /km² |
| Tíðarzona: | UTC +2 |
| Heimasíða: | www.mpumalanga.gov.za |

Mpumalanga er ein landslutur í Suðurafrika.
Landsluturin hevur mark við Limpopo í norðri, við Mosambik og Eswatini (fyrrverandi Svasiland) í eystri, við KwaZulu-Natal í suðri, við Free State í ein útsynning og við Gauteng í vestri.
Mbombela (Nelspruit) er høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum. Aðrir býir eru eMalahleni (Witbank), Ermelo, Middelburg, Piet Retief og Secunda.
27,7 % av fólkunum tosa swazi, 24,1 % zulu, 10,4 % tsonga, 10,1 % ndebele, 9,3 % pedi, 7,2 % afrikaans, 3,5 % sotho, og 3,1 % enskt.
Landsluturin varð stovnaður í 1994. Eystari parturin av táverandi landslutinum Transvaal og heimlondini KwaNdebele, KaNgwane og sunnari parturin av Gazankulu vórðu samanløgd til nýggjan landslut Eastern Transvaal/Oost-Transvaal. Árið eftir fekk landsluturin navnið Mpumalanga.[1]
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: www.mpumalanga.gov.za (á enskum)
- Mpumalanga, snl.no (á norskum)
- Mpumalanga, wikivoyage.org (á enskum)
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- 1 2 3 Mpumalanga, snl.no
- ↑ The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com
Suðurafrika |
|---|
| Eastern Cape · Free State · Gauteng · KwaZulu-Natal · Limpopo · Mpumalanga · Northern Cape · North West · Western Cape |


