Gauteng
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Mál: | zulu, enskt, afrikaans sotho, tswana, xhosa, tsonga og onnur. |
| Høvuðsstaður: | Johannesburg |
| Størsti býur: | Johannesburg |
| Vídd: | 18 178 km²[1] |
| Íbúgvar (2021): | 15.810.388 |
| fyri km²: | 870/km² |
| Tíðarzona: | UTC +2 |
| Heimasíða: | www.gauteng.gov.za |
Gauteng (zulu: eGoli, enskt: Gauteng, afrikaans: Gauteng, sesotho: Gauteng, setswana: Gauteng, xhosa: iRhawuti) er ein landslutur í Suðurafrika.
Í norðri hevur Gauteng mark við Limpopo, í eystri við Mpumalanga, í suðri við Free State og í vestri við North West.
Johannesburg er høvuðsstaður og størsti býurin í landslutinum. Aðrir kendir býir eru Pretoria, Boksburg, Benoni, Springs, Krugersdorp, Vanderbijlpark og Vereeniging.
19,8 % av fólkunum tosa zulu, 13,3 % enskt, 12,4 % afrikaans, 11,6 % suðursotho, 10,6 % norðursotho, 9,1 % tswana, 6,6% xhosa, og 6,6% tsonga.

Landsluturin varð stovnaður í 1994. Ein partur av táverandi landslutinum Transvaal og smáir partar av heimlandinum Boputhatswana vórðu samanlagdir til landslutin Pretoria-Witwatersrand-Vereeniging (PWV) sum í 1995 fekk tað navnið Gauteng.[2] Gauteng er tann minsta av teimum níggju landslutinum í Suðurafrika. Hóast tað býr ein fjórðingur av øllum fólkinum í Suðurafrika í hesum landslutinum.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: www.gauteng.gov.za (á enskum)
- Ferðavinna: gauteng.net (á enskum)
- Gauteng, snl.no (á norskum)
- Gauteng, wikivoyage.org (á enskum)
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com
- ↑ Gauteng, snl.no
Suðurafrika |
|---|
| Eastern Cape · Free State · Gauteng · KwaZulu-Natal · Limpopo · Mpumalanga · Northern Cape · North West · Western Cape |


