Jump to content

Mowi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aliringar í Sundalagnum sunnanfyri Haldarsvík
Aliringar í Sundalagnum
Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum, og av hesum er millum annað aling í Føroyum.

Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka. Alf-Helge Aarskog er ovasti stjóri í Marine Harvest Group. Marknaðarvirði á Marine Harvest er knappar 28 milliardir krónur í 2014 [1]. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum; Marine Harvest alir eisini í Føroyum, her felagið hevur tvey aliloyvi í Sundalagnum og eitt á Oyndarfirði. Herumframt hevur felagið smoltstøð á Hellunum.[2] Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10 400 í tali um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í Oslo, men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum.

Marine Harvest framleiðir fjórða hvønn laks, 25 %, í heiminum [3].

Fjórða ársfjórðing í 2014 kruvdi Marine Harvest 105 000 tons av laksi. Av hesum komu góð 3 300 tons úr Føroyum.

Marine Harvest Faroes P/F er dóttirfelag hjá Marine Harvest og alir laks í Føroyum.

Marine Harvest Group alir laks í seks ymiskum londum kring heimin. Fjórða ársfjórðing í 2014 var alingin í Føroyum tann, sum gav best úrslit, tvs. mest burturúr hvørjum framleiddum kg av laksi. Talið fyri 2013 stendur í klombrum:[4]

  1. "dagbladet.no". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-03. https://web.archive.org/web/20140203024333/http://www.dagbladet.no/2014/01/28/nyheter/laks/oppdrett/marine_harvest/john_fredriksen/31513382/. Heintað 2014-03-26. 
  2. marineharvest.com
  3. exchanges.nyx.com[deyð leinkja]
  4. fiskur.fo - Føroyska Marine Harvest heldur seg millum tey bestu Archived 2015-02-06 at the Wayback Machine, skrivað hevur Jógvan Hugo Gardar hin 5. februar 2015