Jump to content

Marine Harvest Faroes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aliringar í Sundalagnum sunnanfyri Haldarsvík
Aliringar í Sundalagnum

Marine Harvest Faroes er ein alifyritøka í Føroyum, og er dótturfelag hjá norsku alifyritøkuni Marine Harvest, ið hevur umleið 10 000 starvsfólk.[1] Hans Jákup Mikkelsen er stjóri á Marine Harvest Faroes.

Nøkur hagtøl

[rætta | rætta wikitekst]

Marine Harvest Group alir laks í seks ymiskum londum kring heimin. Fjórða ársfjórðing í 2014 var alingin í Føroyum tann, sum gav best úrslit, tvs. mest burturúr hvørjum framleiddum kg av laksi. Talið fyri 2013 stendur í klombrum:[2]

Á árligu Aliráðstevnuni í 2014 vann Marine Harvest Faroes báðar kappingarnar, ið skipað var fyri. Smoltstøðin á Hellunum og alibrúkið á Funningsfjørði fingu heiðursbræv fyri ársins bestu úrslit. Besta smoltstøð verður avgjørd eftir lægsta byrjunarfelli á sjónum, og tað var smoltstøðin hjá Marine Harvest Faroes á Hellunum, ið vann. Besta alistøð á sjónum gjørdist alistøðin hjá Marine Harvest á Funningsfjørði, ið hevði besta effektivitetsindeks.[3]

  1. marineharvest.com
  2. fiskur.fo - Føroyska Marine Harvest heldur seg millum tey bestu Archived 2015-02-06 at the Wayback Machine, skrivað hevur Jógvan Hugo Gardar hin 5. februar 2015
  3. industry.fo - Marine Harvest Faroes vann kappingarnar[deyð leinkja]