Mona Simonsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mona Simonsen (fødd 14. mai 1991 á Tvøroyri) er føroyskur svimjari. Mona klárar seg best í frísvimjing, hon svimur fyri Susvim og fyri Føroyar.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

EM á stuttbana í Istanbul 2009[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen svam fyri Føroyar um Europameistaraheitið á stuttbana fyri kvinnur í 800 metrum frí á svimjistevnu í Istanbul í Turkalandi. Mona gjørdist nummar 17 við tíðini 9:06.66.[1]

Oyggjaleikir 2009[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2009 á Álandi. Hon vann 3 gull heiðursmerki, tey vóru í 800 metrar frí, 400 metrar frí og 4x50 m frí. Harumframt vann hon eisini bronsu í 200 metrar frí hjá kvinnum. Hon setti føroyskt met í 400 metrum frí. Hon átti metið til 13. desember 2015, tá ið Sára Ryggshamar Nysted tók metið við tíðini 4:18.31.[1]

Føroyskt met á 1500 frí á DM á stuttbana[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen svam í kapping í Danmark DM á stuttbana. Mona gjørdist nummar 7 í kappingini, men samstundis betraði hon tað føroyska metið við 20 sekundum við tíðini 17:23.25.

HM í Manchester 2008[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen svam fyri Føroyar til HM í Manchester í Onglandi í apríl 2008. Hon svam 800 metrar frí í tíðini 9:13.50, sum var skjótari enn tilmeldingartíðin, men ikki tað skjótasta sum hon hevði svomið. Mona svam eisini 400 metrar frí, hon svam við tíðini 4.31.33, sum var 3½ sekund verri enn tilmeldingartíðin.

Kláraði kravtíðirnar til HM 2008[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen luttók á Susvim stevnuni í mars 2008. Hon svam 400 metrar frí í tíðini 4:27.96, so hon kláraði kravtíðina til HM seinna sama ár.

EM á stuttbana í Ungarn 2007[rætta | rætta wikitekst]

Mona Simonsen svam fyri Føroyar til Europameistara kappingina á stuttbana, sum var í Ungarn (Debrecen) í desember 2007. Mona gjørdist nummar 12 í 800 metrar frí við tíðini 9:13.50.

Oyggjaleikir 2007[rætta | rætta wikitekst]

Mona svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2007 á Rhodos í Grikkalandi. Mona vann 4 gull heiðursmerki fyri Føroyar og eitt bronsu merki. Gull heiðursmerkini vann hon í hesum teinum (allir teinar eru fyri kvinnur): 4x50 metrar frí, 4x100 metrar frí, 4x50 m blandað og 4x100 m blandað. Bronsu heiðursmerkið vann hon í 800 metrar frí.[2]

HM 2007 í Melbourne[rætta | rætta wikitekst]

Mona luttók í HM 2007 á langgeil í Melbourne i mars 2007. Hon setti nýtt føroyskt met í 800 metrum frí við tíðini 9:18.65. Metið hjá Monu varð ikki tikið fyrr enn 9. januar 2016, tá ið fyrsta svimjikappingin á langgeil varð hildin í Føroyum í Páls Høll í Vági. Tað var Sára Ryggshamar Nysted, ið tók metið hjá Monu, tað gjørdi hon við tíðini 9:12.01.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]