Mona Lisa
Italienskt: La Gioconda, Franskt: La Joconde | |
Listafólk | Leonardo da Vinci |
---|---|
Ár | Umleið 1503–06, helt møguliga fram til umleið 1517 |
Slag | Olja á poppil |
Mát | 77 cm × 53 cm (30 in × 21 in) |
Staður | Musée du Louvre, Paris |
Mona Lisa ella La Gioconda er ein kendur málningur av Leonardo da Vinci. Málningurin hongur í Louvre í Paris. Leonardo málaði málningin tíðarskeiíð 1503–06. Tað var hin múgvandi Francesco del Giocondo, ið bílegði málningin, hann ynskti at fáa ein málning av ungu konu síni, tann tá 24 ára-gamla Lisa del Giocondo. Eftir at málningurin var liðugur, valdi Leonardo tó at hava málningin sjálvur, og tók hann við sær á sínum ferðum. Í Louvre savninum í Paris, hevur málningurin sín heilt egna vegg og er eftiransað av tveimum vaktarmonnum í upplatingartíðini. Frans 1. av Fraklandi stovnaði listasamlingina hjá Louvre eitt nú við verkum eftir Titian og Raphael, sum hann tók við sær heim úr Italia sum herfong. Hann tók eisini bæði Mona Lisa (La Gioconda) og listamannin, ið málaði tað, Leonardo Da Vinci, við sær til Fraklands.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]