Mikhail Gorbatjov

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mikhail Gorbatjov í 1987.

Mikhail Sergejevitj Gorbatjov (russiskt:Михаи́л Серге́евич Горбачёв), føddur 2. mars 1931 í Privolnoje, Severo-Kavkasskij kraj, í Suðurrusslandi, deyður 30. august 2022 í Moskva[1]) var sovjettiskur politikari og seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, frá 1985 til 1991, herav Fyrsti floksskrivarin í Kommunistaflokki Sovjetsamveldsins frá 10. mars 1985 til 24. august 1991 og forseti í Sovjetsamveldinum frá 15. mars 1990 til 25. desember 1991.

Gorbatjov varð borin í heim í Stavropol økinum í norðurpartinum av fjallarøðini Kavkasus. Hann las løgfrøði í Moskva, har hann í 1956 giftist við Raisa Maksimovna Titorenko (1932-1999).

Gorbatjov tók við valdinum í Sovjetsamveldinum í 1985, har hann læt samveldið upp fyri vesturheiminum, og stóð fyri fleiri grundleggjandi broytingum í sovjettiska samfelagnum, undir heitunum: “glasnost” og “perestrojka”.[2] Eisini stóð hann saman við Ronaldi Reagan fyri avdubbing av kjarnorkuvápnum seinast í 1980-unum. Gorbatjov var við sínum reformum viðvirkandi til, at jarntjaldið fall og eystantjaldslondini upploystu. Harafturat játtaði hann at sameina Týskland.

Í 1990 fekk Gorbatjov eina Nobel-friðarheiðursløn fyri at virka fyri friði og avdubbing.[3]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið