Meginlandarák
Ómetaligir máttir inni í jørðini gera, at meginparturin av jarðarskorpuni aldri er í frið. Meginlondini flyta seg á ovurstórum plátum. Hetta verður nevnt meginlandarák. Atvoldin til rørsluna ella rákið er, at tilfarið inni í jørðini er ógvuliga heitt og partvíst flótandi. Heita tilfarið trýstir upp undir køldu, hørðu jarðarskorpuna og trýstir á pláturnar, so at tær flyta seg. Meginlondini førka seg um ein sentimetur um árið, tað dragnar ímillum summi lond, dregur saman ímillum onnur, og summi aka fram við hvør øðrum. Har tað hendir, verður landslagið broytt, til dømis verða nýggj fjøll til.
Jarðarskorpan er sett saman av ógvuliga stórum plátum, sum fella saman sum putlispæl. Pláturnar hava í milliónir ár flutt seg og gera tað enn við øgiligari ávirkan á jarðarflatan. Pláturnar reka í ávísar ættir. Meðan tær flyta seg, broyta tær skap og stødd - Hetta varir milliónir ár. Markið, har plátur koma saman, verður nevnt umskaring. Jarðskjálvtar og eldgos eru av og á, og fjøll rísa, tá ið plátur reka hvør móti aðrari.
Klettafjøll í Norðuramerika vórðu til, tá ið tvær plátur stoyttu saman, og stóri Rivudalur í Afrika er vorðin til við tað, at Afrikaplátan er um at skrædna í tvíningar. Eldgos og jarðskjálvtar minna okkum á, at pláturnar alsamt reka. Rivur verða í jørðini, tá ið tvær plátur fara hvør frá aðrari, og grótbræðing spríkir upp úr kápuni og fyllir rivuna. Á Tingvøllum í Íslandi er long riva í jørðini, tí at Norðuramerikapláta og Evrásiapláta reka hvør frá aðrari. Er hetta á havbotninum, verður ein fjallaryggur á botni, við djúpum dali eftir miðjuni, soleiðis var Atlantsryggur til. Tað hægsta á hesum ryggjum kemur stundum upp úr sjónim. Ísland er soleiðis vorðið til. Ganga plátur sundur uppi á landi, verður djúpur klyvdalur, við brøttum líðum.