Ð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Latínskir bókstavir
Tað føroyska stavraðið
AaÁáBbDdÐðEeFfGgHhIiÍíJjKkLlMmNnOoÓóPpRrSsTtUuÚúVvYyÝýÆæØø
Tað danska stavraðið
AaBbCcDdEeFfGgHhIiJjKkLlMmNnOoPpQqRrSsTtUuVvWwXxYyZzÆæØøÅå
Aðrir evropeiskir bókstavir
Àà · Ââ · Ää · Ãã · Āā · Ąą · Ăă · Çç · Ĉĉ · Čč · Ćć · Ðđ · Ďď · Èè · Éé · Êê · Ëë · Ęę · Ēē · Ĕĕ · Ėė · Ěě · Ĝĝ · Ğğ · Ġġ · Ģģ · Ǧǧ · Ĥĥ · Ħħ · Ìì · Îî · Ïï · Įį · İı · Ĩĩ · Īī · Ĭĭ · Ĵĵ · Ķķ · Ǩǩ · Ĺĺ · Ļļ · Ľľ · Ŀŀ · Łł · Ńń · Ņņ · Ññ · Ňň · Òò · Ôô · Öö · Õõ · Őő · Ǫǫ · Ōō · Ŏŏ · Ơơ · Ŕŕ · Ŗŗ · Řř · Śś · Ŝŝ · Şş · Șș · Šš · ß · Ťť · Ŧŧ · Ţţ · Țț · Þþ · Ùù · Ûû · Üü · Ũũ · Ūū · Ŭŭ · Ųų · Ůů · Űű · Ƿƿ · Ȝȝ · Ưư · Ŵŵ · Ŷŷ · Ÿÿ · Źź · Žž · Żż
Sí eisini: Grikska alfabetið


Ð

Ð (stóra Ð, lítla ð) er 5. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur edd. Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði.

Á føroyskum verður ð ikki úttalað í orðum longur, tað er annaðhvørt fallið burtur (sí dømi niðanfyri) ella verður úttalað sum j (t.d. miðan) ella v (t.d. maður). V.U. Hammershaimb valdi at taka ð við í mállæru sína, meðan Jakobsen, doktari, ikki tók tað við í sínum uppskoti til stavrað og mállæru.

Av tí at ð ofta er stumt á føroyskum, eru tað mong ið hava trupult við at skriva tað rætt, tí ein skal kenna reglurnar væl. T.d. skal eitt navnorð, sum stendur í hvørjumfalli, ongantíð enda við ð. Og ofta er ð einasti munur millum bundið og óbundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli eintal. Í døminum "stykki" niðanfyri eru teir formarnir, sum trupult kann vera at skilja ímillum, skrivaðir við reyðum.

Óbundið     Bundið
Hvørfall stykki stykkið
Hvønnfall stykki stykkið
Hvørjumfall     stykki stykkinum
Hvørsfall stykkis stykkisins


Orðini var og varð verða úttalað eins, men hava ikki somu merking. Var er tátíðarformur av tí, sum eitur er í nútíð (hon er heima, hon var heima). Varð er tátíðarformur av tí, sum eitur verður í nútíð (bókin verður lisin, bókin varð lisin í útvarpinum). Tvey onnur orð, ið ljóða eins, eru í og , har í hevur sama týdning sum i á donskum og in á enskum, meðan kann skiftast út við orðið sum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið