Stavrað

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Latínskir bókstavir
Tað føroyska stavraðið
AaÁáBbDdÐðEeFfGgHhIiÍíJjKkLlMmNnOoÓóPpRrSsTtUuÚúVvYyÝýÆæØø
Tað danska stavraðið
AaBbCcDdEeFfGgHhIiJjKkLlMmNnOoPpQqRrSsTtUuVvWwXxYyZzÆæØøÅå
Aðrir evropeiskir bókstavir
Àà · Ââ · Ää · Ãã · Āā · Ąą · Ăă · Çç · Ĉĉ · Čč · Ćć · Ðđ · Ďď · Èè · Éé · Êê · Ëë · Ęę · Ēē · Ĕĕ · Ėė · Ěě · Ĝĝ · Ğğ · Ġġ · Ģģ · Ǧǧ · Ĥĥ · Ħħ · Ìì · Îî · Ïï · Įį · İı · Ĩĩ · Īī · Ĭĭ · Ĵĵ · Ķķ · Ǩǩ · Ĺĺ · Ļļ · Ľľ · Ŀŀ · Łł · Ńń · Ņņ · Ññ · Ňň · Òò · Ôô · Öö · Õõ · Őő · Ǫǫ · Ōō · Ŏŏ · Ơơ · Ŕŕ · Ŗŗ · Řř · Śś · Ŝŝ · Şş · Șș · Šš · ß · Ťť · Ŧŧ · Ţţ · Țț · Þþ · Ùù · Ûû · Üü · Ũũ · Ūū · Ŭŭ · Ųų · Ůů · Űű · Ƿƿ · Ȝȝ · Ưư · Ŵŵ · Ŷŷ · Ÿÿ · Źź · Žž · Żż
Sí eisini: Grikska alfabetið


Eitt stavrað er eitt rað av bókstavum. Hvør bókstavur umboðar eitt ljóð. Bókstavirnir eru antin sjálvljóð ella hjáljóð. Tað føroyska stavraðið sær soleiðis út:

A Á B D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ý Æ Ø

Í føroyskum teksti síggjast kortini av og á aðrir stavir, til dømis c, q, ü, w, x, z, å og þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin.

Tvíljóðini eru: EI EY OY

Raðan av orðum á teldu[rætta | rætta wikitekst]

Ymisk mál raða (en: lexiographical ordering) mangan orð ymiskt, eisini um málini nýta somu stavir.

Á teldu kann raðan av orðum gerast á føroyskum við at áseta "locale", t.d. export LANG=fo_FO.utf8 (->sourceforge: LANG), áðrenn raðan verður framd, til dømis við sort (-> en.wp: sort (Unix)).

Í forritum ávirkar "locale" funkur sum strcoll og wcscoll. (-> en.wp: C localization functions)

Føroysk stavraðan[rætta | rætta wikitekst]

Føroyskar orðabøkur hava nýtt ymiska stavraðan yvir tíð. Til dømis er "á" viðhvørt raðað sum stakur stavur eftir "a", og viðhvørt sum javnsett, men fylgjandi eftir, "a".

Í Orðafar (Orðafar 53) verður mælt til at stavraða bøkur og greinir, fólkanøvn, landafrøðilig nøvn o.s.fr. sum víst niðanfyri.

Stakir stavir í føroyskari stavraðan eru tá hesir

  • a á b c d ð e f g h i í j k l m n o ó p q r s t þ u ú v w x y ý z æ ø å

Har skilt verður millum stórar og smáar stavir, verða stórir stavir vanliga raðaðir undan smærri.

Tøl 0,1,2,3,4,5,6,7,8,9 vera vanliga raðað undan stavum.

Stavir til raðan á føroyskum[rætta | rætta wikitekst]

  • a aa à â ã
  • á
  • b
  • c ç c
  • d
  • ð
  • e é è ê ë e
  • f
  • g
  • h
  • i ì î ï
  • í
  • j
  • k
  • l ł
  • m
  • n ñ
  • o ò ô õ
  • ó
  • p
  • q
  • r
  • s ß s š
  • t
  • þ
  • u ù û ü
  • ú
  • v
  • w
  • x
  • y ÿ
  • ý
  • z ž
  • æ ä
  • ø ö
  • å
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið