Mayo (Írland)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kort Skjøldur
Mayomap.jpg County Mayo coat of arms.png
Staðið á kortinum
Mayo in Ireland.svg
Grunddáta
Land: Flag of Ireland.svg Írland
Landslutur: Flag of Connacht.svg Connacht
Høvuðsstaður: Castlebar
Størsti býur: Castlebar
Vídd: 5585 km²
Íbúgvar (2016): 130.507
fyri km²: 23/km²
Alment mál: Enskt, írskt,
Tíðarzona: UTC
Heimasíða: mayococo.ie

Mayo (írskt: Maigh Eo) er fyrrverandi greivadømi og núverandi amt (fyrisitingarligt øki; enskt: County Mayo, írskt: Contae Mhaigh Eo) í Lýðveldinum Írlandi. Amtið, sum hevur umleið 130 túsund íbúgvar, liggur á vesturstrondini í landslutinum Connacht. Víddin er næstan 5600 km².

Høvuðssætið hjá amtinum er í Castlebar, sum eisini er størsti býur. Næststørsti býur er Ballina (10 623 íbúgvar), sum liggur norðanfyri. Westport er triðstørsti býur við umleið 6000 íbúgvum. Býurin liggur vestanfyri, við víkina Clew Bay.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Achill (írskt: Acaill) Oyggin Achill liggur tætt við vesturstrondina. Hon er størsta oyggj í Írlandi.

Croagh Patrick (írskt: Cruach Pháidraig) Fjallið Croagh Patrick, sum er 764 m høgt, er eitt av teimum kendastu fjøllunum í Írlandi. Navnið á fjallinum er uppkallað eftir Sankta Pátrik.

Clew Bay (írskt: Cuan Mó) Víkin liggur á vesturstrondini og hevur 117 oyggjar.

Killary Harbour (írskt: An Caoláire Rua) Fjørðurin Killary Harbour er tann einasti fjørðurin í Írlandi. Hann liggur á markinum millum fyrisitingarligu økini Mayo og Galway.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Fjallið Croagh Patrick

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið