Jump to content

Maskinur og maktstríð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Maskinur og maktstríð. Fyrsta spunamaskinan ið var gjørd í Bretlandi (1755). Ein maskina er eitt hjálpartól fyri menniskja, ið verður nýtt til mangt. Næstan alt ið verður gjørt nú á døgum er gjørt við maskinum. Ein maskina er eitt tól ið tørvar orku av onkrum slagið, t.d. Olja, dampur, kol, vatn o.a. Ein maskina hevur mangar uppgávur m.a. vera summar maskinur nýttar til at gera æðrar maskinur, og summar eru gjørdar soleiðis at torført arbeiði gerst lættari t.d. í kolanáminum, var guvu maskinan gjørd til at pumpa vatnið úr kolanáminum.

Rómverjar dampur

Dampur var ikki nýtt tá ið James Watt fann útav tí. Tí at rómverjar høvdu funnið útav hesum mong ár frammanundan, men dampurin var ikki nýttur til nakað serligt tá. Vatn myllur var nakað, sum rómverjar høvdu eisini havt tá ið tíðini. Vatn myllurnar vóru nýttar til sagvirki, hetta var sett saman við sveivhjól og einum sylindari.

Byrjan av kollveltingini

Áðrenn maskinur vóru framleiddar, var framleiðslan av vørum nógv seinni enn eftir at mann fekk maskinur. Tann fyrsta maskinan í Bretlandi var nýtt í klædna ídnaði, hon var gjørd í 1755. Tær fyrstu spunamaskinurnar vóru drivnar við hond. Tær næstu maskinurnar vóru ætlaðar at mann skuldi nýta vatnorku, og síðani at nýta guvu orku (damp orku). Hesi ídnaðarligu framstigini vera vanliga nevnd ídnaðarkollveltingin, og hettar verur nevnt kollvelting, tí ongantíð fyrr hevur verið møguligt at framleiga vørur so skjótt. Men hetta var gjørligt við maskin nýtslu. Hetta verur nevnt hópvinna. Men tó um hetta var gott fyri ídnaðunum, vóru mong fólk gjørd arbeiðsleys, av tí at maskinurnar tóku teirra arbeiðir. Og hetta vildi fólk ikki finna seg í, men tó var ein lóg gjørd at, um mann gjørdi herverk í verksmiðjum, vóru tey deyðarevsaði. Fleiri arbeiðsfólk vóru avrættaði fyri herverk á maskinur. Guvumaskinan Ì 1776 vóru tað fleiri vísindamenn ið vóru samlaðir í einum kolanámi í Birmingham at síggja eina nýggja maskinu. Hendan maskinan kundi pumpa vatn upp úr náminum. Mong høvdu verið í iva, um hetta kundi bera til, men tá ið teir sóu hvussu væl tað gekst, vóru teir ovfarnir. James Watt ið var verkfrøðingur, hevði gjørt hesi maskinuna. Hendan maskinan fekk stóran týdning í kolnáminum.

Landbúnaðurin broyttist

À bygd var tað í flestum førum at bøndurnir livdu av tí sum teir dyrkaðu. Men fólkatalið vaks og tí vóru teir noyddir at skipa landbúnaðinum. Meiri matvøra var dyrka, sum teir kundu selja burturav. Góðseigarar góvust at leiða smábóndunum jørð. Teir løgdu seg heldur at velta jørðina saman í fløttar, og ikki í smáteigar. Fyrr høvdu smábøndurnir verið noyddir at fara frá jørðini, tí ognarmennirnir høvdu tikið lendið til seyðahald, og so noyddust mong at rýma av bygd til býirnar. men høvuðsatvoldin at mong fluttu var tí at fólkatalið vaks so mikið úti á bygd. Teir stóru góðseigarnir gingu eisini nýggjar leiðir í landbúnaðinum. Jarnplógvin var tikin í nýtslu, fleiri kornsløg vóru velt, alidjórini fingu betri umstøður og jørðin varð betur taðað. Eisini fóru tey at ala fram betri fenað, hetta gav ídnaðinum týdningarmiklar fyritreytir: Bøndur mistu jørðina og fóru í staðin at arbeiða í verksmiðum í býum og broytingin í landbúnaðinum gjørdi, at teimum ikki vantaðu at vinna pening til mat.

Maktstríð

Imperialisman hevur við sær, at ein tjóð hevur ræðið á aðrari. Rómverjar løgdu undir seg stórar partar av heiminum, og seinni royndi bæði Napoleon Bonaparte og Hitler at fáa valdið á øðrum londum. Hetta hendi eisini í 1879, har ið bretskir hermenn álopu á Sulufólkinum í Suðurafrika. Hetta er eitt dømi um blóðugar hjálandabardagar, um tað mundið, tá ið imperialisman rættiliga tók seg fram. Tó Evropearar høvdu nýmótans vápn, bardust Sulufólkið ímóti við alt tað teir vóru mentir, men at enda mátti teir at lúta. Tað ber til at koma til ræðið á ymiskan hátt. Vanliga verður valdið tikið við hermegi, men mangan hevur tað eydnast stórveldinum við samarbeiði at leggja smá lond undir seg, og tey sjálvboðin geva seg undir. Tíðin frá 1870 til 1914 verður nevnd imperialistiska øldin, men imperialisman hevur verið bæði fyri og eftir hesa tíðina. Tá ið talað verður um imerialismu, verður ofta hugsa um hernaðarligt vald á hjálondum, men fíggjarligt vald er ofta í kjalarvørrinum imperialismuni. India gjørdist hjáland í 1870 og Afrika eitt sindur seinni. Ì Kina og Japan og í Latínamerika royndu onnur lond at fáa sær handilsfyrimunir. Til 1989 hevði Sovjetsamveldið eftirlit við Eysturevropa. USA og amerikanskar fyritøkur stýra fíggjarligu viðurskiftinum í stórum parti í Latínamerika. Fólk, sum ráða yvir øðrum, royna eisini at flyta egnu mentan og siðir á tey, tey ræða yvir. Hetta verður nevnt mentarnarimperialisma.