Jump to content

Malan Marnersdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Malan Simonsen)

Malan Marnersdóttir professari í bókmentafrøði, dr.phil, er fødd tann 25. januar 1952 í Klaksvík sum Malan Simonsen. Malan Marnersdóttir tók studentsprógv í Hoydølum í 1971. Við Københavns Universitet las hon danskt og tók hjágrein í fronskum á Århus Universitet. Í 1979 fær hon prógv sum magistari. Afturkomin til Føroya gerst hon lærari í føroyskum, donskum og fronskum í Hoydølum 1979-81; í 1981 tekur Malan Marnersdóttir pedagogikum á Aurehøj Statsgymnasium í Gentofte. Lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981-83. Hevur síðan 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya har hon var rektari 1998-2004. Í 2004 gjørdist hon professari í bókmentum 2004 við ritgerðini Hvør av øðrum.

  • Kvinnurøddir, 1985.
  • Konurák, 1989.
  • Bylgjurnar leika í trá, 1992.
  • Fyri fyrst, 1992.
  • Vinalagið, náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl (1994). Lagt til rættis, saman við studentum á Føroyamálsdeildini.
  • Hvør av øðrum, 2000. Dr.phil.-ritgerð.
  • Analyser af færøsk litteratur.

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]