Lystrup

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Lystrup er ein fylgibýur til Aarhus í Eysturjútlandi í Danmark við 10.378 íbúgvum (2016)[1], sum liggur í Lystrup Sókn. Umframt hetta er hann ein jarnbreytarbýur (stationsby) í Aarhus Kommunu undir Región Miðjútland. Undantikið sjálvt Aarhus, er hetta størsta býarøkið í kommununi.

Navnið Lystrup hevur sín uppruna frá einum høvdingi, ið æt Lyr, sum livdi í økinum í 13. øld. Lyr var ein íðin tilbiðari av Ásunum og tí avnoktaði hann kristindómin og svór, at tað skuldi ongantíð byggjast nøkur kirkja á hansara jørð. Gravheygur Lyrs er enn í dag tætt við Lystrup kirkju, ið varð bygd í 1989[2].

Økið varð í fleiri ár nevnt Lyrstrup, men seinni fekk tað sítt núverandi navn Lystrup. Í dag hevur býurin ment seg og er saman við býarpartinum Elsted og tí lítla býinum Elev sítt egna nærsamfelag 10 kilometrar frá miðstaðar Aarhus.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]