Jump to content

Firvaldur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lepidoptera)
Firvaldur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Arthropoda
Flokkur: Insecta
Hópur: Lepidoptera

Firvaldur er eitt skordýr, ið livir í øllum heimspørtunum (uttan um Antarktis). Tað eru yvir 170 000 sløg av firvaldum í heiminum. Firvaldarnir eru skjótir og kvikir á flog - Lættir at síggja, men ringir at fanga. Firvaldar hava fýra stórar veingir, antennur og ein langan sevil, sum oftast er samanrullaður undir høvdið. Veingirnir eru lagdir við flusi - ikki hári sum hjá fleiri øðrum skordýrum. Tað er í hesum lagið at mynstrini í veingjunum vera teknaði.

Flogið á firvaldinum, Alexandru Drotning (Ornithoptera alexandrae), er 25 cm; hann er størsti firvaldur í heiminum.

ĺ Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Yvir 100 sløg av firvaldum eru skrásett í Føroyum. Hvørt ár verða fleiri nýggj sløg funnin. Nýggju sløgini, sum verða funnin, eru tílík sum koma til landið í hesum døgum umframt tey sum hoyra heima her. Si eisini "Nøvn til firvaldar (Lepidoptera) í Føroyum".

Firvaldur hava fýra lívsstig:

  1. Egg
  2. Ormvera
  3. Reivvera
  4. Firvaldur

Firvaldur eru plantuátari og etur hunang.

Vert at vita

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið