Jump to content

Skordýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Insecta)
Skordýr

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Arthropoda
Undirfylki: Hexapoda
Flokkur: Insecta

Skordýr eru dýr og hoyra undir liðadýr. Skordýr er tann størsti djórahópur sum er til. Hesin hópur av lítlum verum, fyllur heili 80 % av øllum livandi skepnum á jørðini. Umleið 1 millión sløg av skordýrum eru blivin skrásett, og støðugt fleiri vera funnin, bæði í teimum heitu londunum og í okkara Norðurlondum. Hildið er, at millum 2-30 milliónir av skordýrum eru ikki blivin skrásett enn. Skordýr verða skift sundur í 30 høvuðsbólkar. Klukkurnar eru størsti bólkurin. Sambært skordýraserfrøðingum (entomologum) eru sløgini fleiri enn 300.000. Flestu skordýr hava veingir onkuntíð í lívskringinum. Summi eru tó veingjaleys, t.d. frumskordýrini - diplúrur, fjørutrøll og silvurfiskur. Loppur eru eisini veingjaleysar. Tær hava mist veingirnar, sum tær eru mentar. Skordýr eru liðdjór, á latíni Arthropoda.

Tað eru nøkur felags eyðkenni fyri skordýr.

  1. Skordýr hava beinagrind uttaná.
  2. Hjá vaksnum skordýrum er kroppurin býttur í trýggjar partar: høvd, framkroppur og afturkroppur.
  3. Tað vaksna skordýrið hevur 6 bein.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið