Leivur Øssursson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Leivur Øssursson eisini kallaður Leif Øssursson (føddur uml. 980 - deyður fyri 1047) var sonur Øssa Havgrímsson, ið doyði sum 23 ára gamal í 983. Tað er óvist hvar og nær Leivur var føddur; antin í Gøtu, har pápi hansara búði hjá Trónd í Gøtu, í Hovi, har pápi hansara fekk garðin hjá Havgrími, ella í Skúvoy.

Hann gifti seg við Tóru Sigmundsdóttir, dóttir Sigmundur Brestisson og Turið Torkilsdóttir.

Leifs kvæði sigur frá at Tóra bert vildi gerast kona hansara, um hann hevndi deyða faðirs hennara.