Jump to content

Landstingsvalið 2014

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Landstingsvalið í Grønlandi 2014 verður tað 12. av slagnum í Grønlandi, og varð hildið hin 28. november 2014.[1] Orsøkin til at val var útskrivað, var tann, at tað í 2014 kom fram, at Aleqa Hammond, sum var landstingsforkvinna Grønlands, hevði brúkt almennar pengar til egið brúk tvær ferðir, einaferð til eina ferð fyri familjuna og einaferð til eina privata veitslu, talan var um 106.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir kravdu at hon rindaði aftur. Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavaði meginparturin av útreiðslunum frá apríl 2013, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í august 2014, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur. Málið elvdi til mikið rok í Grønlandi, og misálit var reist móti Hammond. Hon yvirlivdi misálitið við einari atkvøðu í meirluta sum feldi uppskotið. Men hon valdi at søkja um farloyvi, meðan málið um hennara peningaviðurskifti vóru kannað. Farloyvi varð játtað henni, men síðan tóku tríggir ráðharrar – tveir úr Siumut og ein úr Atassut seg úr stjórnini, og hin 1. oktober tók Atassut seg úr stjórnini.[2] Seinni sama dag skrivaði Aleqa Hammond út nýval.

Flokkur Atkvøður % Sessir +/–
Siumut 10 102 34.3 11 –3
Inuit Ataqatigiit 9 776 33.2 11 ±0
Demokraatit 3 468 11.8 4 +2
Partii Naleraq 3 423 11.6 3 Nýggjur
Atassut 1 919 6.5 2 ±0
Partii Inuit 477 1.6 0 –2
Uttanflokka 22 0.1
Invalid/blank votes -
Tilsamans 29 187 100 31 0
Skrásettir veljarar/valluttøka 40 382 72,8
Kelda: Valg

Flestar persónligar atkvøður

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Sara Olsvig, IA, (5.825 atkvøður)[3][4]
  2. Kim Kielsen, Siumut (4.604 atkvøður)
  3. Hans Enoksen, Partii Naleraq (2425 atkvøður)
  4. Nivi Olsen, Demokratarnir (1.428 atkvøður)
  5. Andreas Rene Uldum. Demokratarnir (1.003 atkvøður)
  6. Aqqaluaq B. Egede, IA (996 atkvøður)
  7. Naaja H. Nathanielsen, IA (470 atkvøður)
  8. Karl-Kristian Kruse, Siumut (341 atkvøður)
  9. Knud Kristiansen, Atassut (311 atkvøður)
  10. Mala Høy Kuko, Atassut (303 atkvøður)
  1. "Grønlænderne skal til valg den 28. november" (01.10.2014). dr.dk
  2. aktuelt.fo - Bara Siumut eftir: Krevja nýval í Grønlandi[deyð leinkja]
  3. "valg.gl". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-30. https://archive.today/20141130014339/http://valg.gl/Candidates.aspx?electionGuid=b0578019-e04f-4cde-92fa-6a3355cd383d&language=da-DK. Heintað 2014-11-29. 
  4. "aktuelt.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-04. https://web.archive.org/web/20141204143137/http://aktuelt.fo/iaforkvinnan+gjordist+storsti+atkvoduslukurin.html. Heintað 2014-11-29.