Lógv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Lógv
Pluvialis apricaria1.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Charadriidae
Ætt: Pluvialis
Slag: P. apricaria
Pluvialis apricaria

Lógv (frøðiheiti - Pluvialis apricaria) er ein av okkara vakrastu og dámligastu heiðafuglum. Burturfrá ansast mest hin svarti liturin í neðra, við ál upp eftir barkanum og út á vangarnar, og við hvítum jaðara uttanum; omaná er hon dimm við nógvum gullglitrandi smáum blettum. Á bøguni er gult og hvítt ímillum í tí svarta. Um heystið er hon hvít í neðra, annars dimm við gulum og brúnum blettum. Vetrartíðina er hon í Afrika og sunnasta Suður-Europa. Um mariumessu, stundum fyrr, kemur hon higar. Í smáum flokkum flýgur hon um nakrar dagar, so fer hon at søkja sær bústað. Best dámar henni lyngheiðar, snøgt graslendi kann eisini vera nóg gott. Kvik og kimilig titar hon hár allan dagin og leitar sær eftir ormum og øðrum átuligum. Reiðrið er ein lítil kulla, fóðrað við mosa og mjúkum grasi. Tíðliga í mai verpur hon 4 brúnlig egg við dimmum blettum. Bøgan vermir. Kemur fólk nær, so sleppur hon sær burtur av reiðrinum, áðrenn hon er sædd. Hesa tíðina eru tær spakar. Stundum seta tær seg upp á eina túgvu og toyggja seg upp at skoða ókunnumannin. Ofta fylgja tær honum langt á veg, látandi sítt eyðkenda blídliga sø-dii.

Nærum 3 vikur tekur tað at klekja eggini út. Og ungarnir — ja, flestu heiðafuglar hava vakrar ungar, men vakrastur av øllum er láarungin, glitrandi gulur omaná við svørtum blettum og krókutum strikum, rætt eitt yndisligt lítið lív. Men teir eru sjaldsamir at síggja. Stuttur er steðgur teirra í reiðrinum; og tá ið teir so halda vanda vera á ferð, duga teir væl at finna sær eitt stað, hvar teir ikki skiljast frá jørðini. Floygdir ungar hava sama lit sum tær gomlu um veturin. Um mikkjalsmessutíð sæst lítið og einki til láir, men eftir veturnáttadag eru tær aftur og halda seg í stórum flokkum uppi í fjøllunum — tað man helst vera íslendskar láir, sum eru á ferð suðureftir og steðga her eina tíð. Um næturnar hoyrast tær stundum láta lágt á haga, men tá ið lýsir, fara tær aftur niðan í topparnar. Nú eru tær styggar; men stuttligt er at síggja leik teirra í loftinum — tú sært ein stóran flokk av dimmum fuglum, flúgvandi ymsar vegir við harðari ferð; so við eitt er hvør fuglur hvítur, í sama eygnabrá hava teir allir vent sær runt, so sum væl vandir fimleikarar gera. Hvussu kunna tær gera tað Munna tær hava ein formann, sum allar akta tá hann sigur: »umkring«?[1]

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.