Kvinna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kvinnumyndir

Ein kvinna, fleirtal: kvinnur ella kona, fleirtal: konur, er eitt menniskja av kvennkyni. Vanliga verða orðini kvinna og kona brúkt um vaksnar kvinnur, meðan orðið genta verður brúkt um børn og ungdómar av kvennkyni. Orðið kvinna verður tó eisini av og á brúkt um bæði vaksnar kvinnur og gentur, eitt nú í orðum sum kvinnurættindi. Vanliga kunnu kvinnur føða børn, meðan eldri kvinnur sum er komnar yvir yvirgangsárini og summar kvinnur av øðrum orsøkum kunnu ikki føða børn.

Lívfrøði og kyn[rætta | rætta wikitekst]

Tekning sum vísir reproduktivu skipanina hjá kvinnum

Kynið hjá kvinnuni verður avgjørt av kromosomunum. Kvinnur hava tvey X-kromosom, meðan menn hava eitt X og eitt Y-kromosom. Kvinnur hava serstøk kynsgøgn, sum menn ikki hava, hesi eru til at reprodusera menniskuni við. Kvinnur hava eina lívmóður, har fostrið liggur og tekur føði til sín í nýggju mánaðir. Kvinnur hava eggjastokkar og eggjaleiðarar, so føra tað fruktaða eggið til lívmóðurina. Úr eggjastokkunum kemur eitt egg einaferð um mánaðin í meðal, tað kunnu eisini koma meira enn eitt, ella onki, um okkurt ikki er sum tað skal vera. Eggini koma regluliga meðan kvinnan er í fruktbara aldrinum, frá hon er umleið 13 ára gomul genta (tað kann variera nógv, 10-17 ár er mest vanligt), til hon er í 40'num, summar eru kanska heilt uppi í 50'unum. Børnini verða fødd gjøgnum skeiðina hjá kvinnuni (vagina), um tey ikki verða tikin við keisaraskurði. Fyri at ein kvinna kann gerast við barn skal sáð til frá einum manni. Náttúrligi mátin er, at kvinnan og maðurin hava samlegu og hann fær avgongu inn í skeiðina, og hagani ferðast sáðini fyrst gjøgnum lívmóðurhálsin, upp gjøgnum lívmóðurina, gjøgnum eggjastokkarnar, har tað so kann møta einum eggi og smelta saman við tí. Fruktaða eggið setur seg síðan fast í veggin í lívmóðurini, og kvinnan er vorðin við barn og heldur uppat við at fáa minstrasjón. Nú á døgum ber til á annan hátt hjá einari kvinnu at gerast við barn, tvs. uttan at hon hevur samlegu við ein mann. Hon kann antin fáa sáð sproyta inn (inseminasjón) ella kunnu nøkur egg takast úr eggjastokkunum og fruktaði uttanfyri kvinnuna, síðan verður antin eitt ella nøkur fáa fruktaði egg sett upp í livmóðurina (kunstigur befruktningur). Henda viðgerð verður ikki gjørd í Føroyum, men føroyskar kvinnur (kvinna og maður sum par), sum av onkrari orsøk ikki kunnu gerast við barn náttúrliga, kunnu fáa viðgerð móti barnloysi í øðrum londum, eitt nú í Danmark ella Íslandi.

Kvinnur hava annarleiðis skap enn menn, hava meira feitt serliga á kroppinum, lørunum og rumpuni. Kvinnur hava eisini ytri kynseyðkenni sum bróst. Bróstini hava til endamál at framleiða mjólk til tey nýføddu børnini, tey kunnu fáa bróst í eitt tíðarskeið frá nøkrum mánaðum til nøkur ár, tað er ymiskt alt eftir hvar ið kvinnan býr. Summar kvinnur geva als ikki bróst, antin tí tað av onkrari orsøk ikki ber til ella tí hon velur at lata vera. Í summum mentanum verða kvinnubróstini eisini hildin at virka eggjandi fyri mannfólk.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið