Kjak:Ebbu-virðislønin
Appearance
EBBA virðisløn - Ebbu-virðislønin
[rætta wikitekst]Brúkari:Skótin, heldur tú ikki vit eiga at benda heitið á greinini, ið tú júst hevur skrivað, soleiðis at hon kemur at eita EBBU-virðislønin ella EBBUvirðislønin? Sær betri út við bindistriku haldi eg. KVF hevur brúkt heitið Ebbu-virðislønin bæði við og uttan bindistriku her kvf.fo. Vh. --EileenSanda (kjak) 31. mai 2018 kl. 04:56 (UTC)
Jú tað er super at benda tað til "EBBU virðisløn". Greinin er mest keldað frá heimasíðu Rithøvundafelags Føroya, og tí havi eg ikki nýtt bindistriku, harsum tey iki nýta eina. Men tú mást gjarna broyta tað um tað er. :) Skótin.
- Á Rit.fo er ein grein, har tey faktisk bæði skrivað tað við og uttan bindistriku og bæði við stórum og smáum bókstavum, so eg veit ikki. Men í hvussu so er haldi eg, at tað skal vera Ebbu og ikki Ebba. Eg haldi at eg flyti greinina til Ebbu-virðislønin. Vh. --EileenSanda (kjak) 31. mai 2018 kl. 05:12 (UTC)
Super, har eri eg í hvørtfall einig :)