Jump to content

Kjak:Akureyri

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Áttu vit ikki at nýtt føroysk nøvn til íslendsku býirnar, har tað bar til? Sum í hesum føri: Akuroyrarkeypstaður? Mulder1982 19. sep 2008 kl. 20:59 (UTC)[reply]

OK, upprunaliga uppskotið var kanska eitt sindur ógvisligt, men vit áttu kanska at sagt Akuroyri her á føroysku Wikiini. Mulder1982 (talk) 2. feb 2014 kl. 02:03 (UTC)[reply]
Eg haldi ikki, at greinin her skal eita Akuroyri, sjálvt um eyri svarar til tað føroyska oyri. Eru onnur ið hava eina meining um, hvørt henda greinin skal eita Akureyri ella Akuroyri? EileenSanda (talk) 27. mar 2014 kl. 01:16 (UTC)[reply]
Eg havi skrivað í klombrum í byrjanini á greinini, at býurin eisini kann eita Akuroyri á føroyskum. Sá at har stóð Hafnafjørður við íslendskum ø við tveimum prikkum uppi yvir, sum eg ikki fái skriva við míni teldu, tað er rættiliga torført, um vit skulu skrivað øll hesi íslendsku staðarnøvnini á føroyskum, skal Hafnarfjørður so eita Havnafjørður ella hvat? Nei, eg haldi ikki, at vit skulu fara í holt við at broyta alt hatta, men ávísingarsíður áttu at verið sum víðaristillaðu til sjálva greinina. Tað finst heldur ikki nakað ordiligt førosykt Atlas sum man kann halda seg til, so vítt eg veit.EileenSanda (talk) 27. mar 2014 kl. 01:24 (UTC)[reply]