Jump to content

Kirstin Strøm Bech

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kirstin Strøm Bech
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1956 í/á Vágur
Starv politikari, lærari
Dátuheiti
Commons Kirstin Strøm Bech

Kirstin Strøm Bech (fødd 1956 í Vági) var borgarstjóri í Vágs Býráð frá 1. jan. 2005 til 31. des. 2012. Kirstin er útbúgvin fólkaskúla lærari. Áðrenn hon gjørdist borgarstóri í Vágs kommunu starvaðist hon sum lærari í Porkeris Skúla. Kirstin stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og varð fyrstu ferð vald í býráðið í november 2004 og varð av býráðnum vald til borgarstjóra. Hon var borgarstjóri frá 1. januar 2005. Til valið í november 2008 varð hon afturvald og helt fram sum borgarstjóri eitt valskeið afturat.[1] Kirstin Strøm Bech gjørdist stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya, tá hon gjørdist borgarstjóri, hon var næstformaður frá 1. juli 2006 til 31. desember 2008.[2]

  1. "Vagur.fo, Býráðslimir 1907-2012". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-02-12. https://web.archive.org/web/20180212201630/http://vagur.fo/Default.aspx/?pageid=1582. Heintað 2011-07-18. 
  2. KSF.fo[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]