Keldan (samkoma)
Samkoman Keldan er ein karismatisk samkoma, stødd mitt í Skálafirði. Keldan hevur á leið 400 limir í samkomuni. Eisini hevur Keldan ein frískúla, Frískúlin Keldan, ið hevur yvir 100 næmingar í 7 ymiskum flokkum. Teir flokkarnir strekkja seg frá forskúla til 7. flokk. Frískúlin byrjaði sítt virksemi í 2010.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tann karismatiska rørslan, sum okkara grannalond upplivdu, kom til Føroya í 1970unum og í 1980unum. Fólk tóku seg saman, og settu Tjaldmissiónina á stovn, sum hevði til endamáls at hava tjaldmøtir í gjøgnum summarið uppi á Gøtueiði á Skálafjørðinum. Tá tjaldmøtini á Gøtueiði nærkaðust endanum, tóku nakrir mans stig til at keypa eini hús í Skálafirði, sum teir ynsktu skuldi verða savningarstað fyri karismatisku rørsluna, sum var sprottin fram í Eysturoynni. Nakrir av teimum leiðandi í hesi veking savnaðust saman í eina nevnd, sum so byrjaði at skipa fyri regluligum møtum. Hetta var samstundis eisini byrjanin til samkomuna Kelduna, sum vit kenna hana í dag, og byrjaði regluliga samkomuarbeiðið í Kelduni í 1987.
Sum frá leið, hevur hetta virksemið ment seg við ymiskum broytingum. Í fyrstuni leiddi hvør elsti ein mánað í senn. Sum tíðin gekk, gjørdist greitt, at tørvur var á at seta ein leiðara, og í 1997 vórðu Pauli og Jastrid Høj sett í tænastu sum leiðarapar í samkomuni.
Sum tíðin er gingin, er samkoman vaksin í stórum. Samkoman er grundað á egnar visiónir og er ein sjálvstøðug lokalsamkoma við fjølbroyttum virksemi. Virksemið hjá Kelduni verður fíggjað við tíggjund og gávum.
Síðst í 90'unum byrjaði samkomuleiðslan at arbeiða við at byggja nýggjan samkomubygning, tí verandi bygningur var vorðin ov lítil til virksemið. Tann nýggi salurin, sum varð tikin í nýtslu í 2004, hevur fleiri enn 800 sitipláss og allar nýmótans hentleikar, ið skulu vera í einum tílíkum møti- og konsertsali. Í bygninginum er stórur matarsalur og stórur køkur og fleiri skúlastovur. Eisini er barnasalur við plássi fyri á leið 150 fólkum.
Í nøkur ár hevur verið arbeitt við visiónini um ein kristnan frískúla. Í 2010 gjørdist visiónin til veruleika og Frískúlin Keldan varð settur á stovn. Umframt frískúlan er frítíðarstova og forskúli í Kelduni.
Samkomulívið, sum verður praktiserað í Kelduni, er at finna allastaðni í heiminum. Tann sokallaða karismatiska rørslan, sum Keldan ein partur av, telir í dag fleiri enn 600 mió. menniskju og er tann skjótast vaksandi rørslan ídag.
Sum ein evangelisk frísamkoma grundar Keldan teirra virksemi og læru á ta klassisku kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum trúarbólki.
Keldan trýr uppá tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Samkoman Keldan hevur fleiri virknar tónleikabólkar, ið geva tónleik út. Har í millum er størsti bólkurin Keldan Worship, sum hevur givið tríggjar fløguútgávur út (Guds Faðirhjarta, Tú Talar Vón, Vit Syngja um Jól), umframt fleiri einkultútgávur. Afturat Keldan Worship hevur Eyðun Jacobsen eisini givið fleiri útgávur út í gjøgnum forlagið í samkomuni, og hava bólkar sum Marstin and the revelators, Zamar, Ember, og aðrir føroyskir tónleikabólkar og einstaklingar eisini givið tónleikaútgávur út í gjøgnum forlagið í samkomuni.[1]
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ [tonleik.keldan.fo "Keldan Worship"]. 1. februar 2022. tonleik.keldan.fo.