Keldan Worship

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Keldan Worship, eisini bara kent sum Keldan, er føroyskur Kristin tónleikabólkur, ið er úr samkomuni Kelduni í Skálafirði. Bólkurin hevur verið virkin síðani 2003, tá tey góvu fyrstu fløguna, Guds Faðirhjarta út, og hava síðani tá givið tvær fløgur út afturat, Tú Talar Vón og Vit Syngja jólini inn, umframt fleiri stakløg. Bólkurin er til dagliga virkin í Samkomuni Kelduni, har tey spæla til møtir, men umframt tað hava tey frá 2020 spælt á leguni Teenstreet í Týsklandi, har fleiri enn 4.000 ungdómar hava lurtað. Umframt hetta hava limir í bólkinum eisini í fleiri ár spælt til føroysku útgávuna av Teenstreet, sum hvørt ár er í Bylgjuni í Runavík.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2003 - Guds Faðirhjarta, CD
  • 2013 - Tú Talar Vón, CD
  • 2014 - Hevur tú í Jesu sárum funnoð frið, Staklag
  • 2015 - Føgur er foldin, Staklag
  • 2016 - Mín Vón er Bygd, Staklag
  • 2016 - Eg eri títt barn, Staklag
  • 2017 - Tú ert heilagur Guð, Staklag
  • 2018 - Mín Faðir, Staklag
  • 2020 - Ævigan Sigur, Staklag
  • 2021 - Vit Syngja Jólini Inn, CD